Tey smáu møttu ikki

Fram, Undri, NÍF og Royn vóru ikki møtt, tá aðalfundurin hjá FSF varð settur

Uttan iva er hetta ein avleiðing av, at nevndu feløg ikki hava atkvøðurætt á fundinum. Hetta tí tey ikki hava lið í bæði vaksnamanna- og ungdómsfótbólti. Tey trý, Fram, Undri og NÍF, vóru annars millum tey seks feløgini, sum skutu Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF. Heldur ikki SÍF var umboðað á aðalfundinum. Umvegis FS Vágar vóru limir í SÍF tó eisini á fundinum