Smáu fótbóltstjóðirnar í Europa fáa tað truplari við at spæla fleiri lið við í europeisku kappingarnar.
Tað er greitt nú hol verður sett á undanumførini til UEFA-Cup og Champions League. Í dag verður lutakastið í Geneve, og við í lutakastinum eru trý føroysk lið - HB í undankappingini til Champions League og KÍ og B36 í undankappingini til UEFA-Cup.
UEFA ger á hvørjum ári ein styrkislista, har avrikini hjá feløgunum í altjóða fótbólti liggja til grund fyri listanum. Hesin listin avger síðani, hvussu nógv lið hvørt einstakt land skal hava við í europeisku kappingunum.
Lond sum Italia, Spania, Týskland og Frakland standa seg vanliga væl Europa-Cup, og tað hevur so við sær, at tey eisini eru umboðað við nógv fleiri liðum enn lond sum Føroyar, Luxembourg og Liechtenstein.
Og smáu tjóðirnar, sum hava havt vónir um at spæla fleiri lið við í altjóða fótbólt, renna seg nú í ein nýggjan trupulleika, tí UEFA hevur avgjørt, at dystir, sum verða spældir í undanumfarinum til UEFA-Cup, Intertoto-Cup og Champions League, bert skulu telja helvtina av tí, sum dystirnir í teimum vanligu umførunum telja.
Tað vil siga, at lið sum vinna dystir í undanumførunum bert verða tillutað eitt stig á styrkislistanum, og ein javnleikur gevur bert eitt hálvt stig. Fyrr góvu sigrar tvey stig og javnleikir eitt stig. Hetta ger tað enn verri hjá til dømis Føroyum at toga seg upp eftir styrkislistanum, tí vanliga liggja allir teir føroysku sigrarnir í undanumfarinum.
Stóru londini
fáa meira
Hendan nýggja skipanin er fyrimunur fyri tey stóru londini, meðan tey smærru londini fáa færri stig, tí vanliga er tað í undanumførunum at tey vinna dystir, um tey gera tað.
UEFA hevur gjørt nýggju skipanina við afturvirkandi megi, og allir sigrar hjá føroyskum feløgum síðani 1994/95 geva bert eitt stig á nýggja styrkislistanum. Tí skal nógv meira til, um føroyingar ætla at vinna sær rættindi til fleiri lið í Europa-Cup.
Á styrkislistanum, sum UEFA hevur gjørt áðrenn europeisku kappingarnar byrja í ár, liggja Føroyar sum nummar 44 av 50 londum. Vit hava Albania, Luxembourg, Liechtenstein, Aserbabajan, Bosnia og Andorra aftanfyri okkum, meðan Malta, Wales Írland, Norðurírland og Armenia liggja á plássunum beint frammanfyri okkum.
Føroyar hava minsta talið, sum europeisk lond hava krav upp á at hava við í europeisku kappingunum. Tað vil siga eitt lið í Intertoto-Cup, eitt í Champions League og tvey í UEFA-Cup. Kappingin, sum hevur verið fyri steypavinnarar, er avtikin, og steypavinnarar í teimum ymsu londunum luttaka nú í UEFA-Cup.
Í ár eru føroysku luttakararnir HB, KÍ, B36 og GÍ, sum longu er útsligið í Intertoto-Cup.