Tey skulu hava eitt heim í ár!

Tey 15, ið eru fastbúgvandi á psykiatriska deplinum í dag, hóast tey ikki eru í viðger, fáa kortini ikki framíhjárætt til sambýlið, Eystan Heyg. Hetta staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna enn einaferð í einum skrivligum svari til Sirið Stenberg 11. mars. Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, sigur seg nokta at trúgva hesum. Hesi fólkini skulu hava eitt heim í ár, sigur heilsumálaráðharrin

Í 30 og 40 ár hava fólk við sálarligari sjúku bíðað eftir at verða útskrivað frá psykiatriska deplinum. Ein av teimum hevur bíðað eftir at fáa eitt heim, síðani hon kom úr Danmark í 1971.

í 2007 samtykti løgtingið at byggja eitt býlið til júst til hesi fólkini. Av ymiskum orsøkum kom byggingin ikki í lag - trupulleikar við grundøki og annað gjørdi, at tað ikki varð klárt at byggja fyrr enn fyri tveimum árum síðani. Tá fekk Heilsumálaráðið grundøkið og lat Almannaráðnum tað at byggja á, so tey, sum hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum kundu fáa eitt sambýli, greiðir Karstin Hansen frá.

Endiliga var sambýlið á veg. Nú var trupulleikin bara tann, at hetta hevði verið so leingi áveigs, at øll møguliga ikki vóru skikkað at búgva í íbúðum, men heldur áttu at fari á eitt ellisheim. Tí var gjørt av at broyta lógina, so tað ikki stóð í tekstinum, at sambýlið var til tey, ið búðu fast á psykiatriska deplinum. Annika Olsen hevur síðan gjørt av, at ein visitatiónsnevnd skal avgera, hvør skal búgva í sambýlinum, og at øll, sum hava tørv á einum tílíkum bústaði kunnu søkja. Tað merkir, at tey 15 fólkini, sum upprunaliga vóru sjálvskrivað at sleppa inn í sambýlið, Eystan Heyg, nú eru í kapping við 49 fólk á bíðilista til bútilboð.

Kann ikki trúgva tí
Heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen sigur seg hava ilt við at trúgva tí sum nú fer fram.
- Tað var alla tíðina meiningin, at sambýlið skuldi vera til tey, sum hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum. Nøkur av teimum hava bíðað síðan tey komu úr Danmark í 70'unum, og tey skulu hava eitt heim nú, sigur hann.
Karsten Hansen leggur dent á, at bæði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jørgen Niclasen og núverandi landstýriskvinna í almannamálum, Annika Olsen, sótu í trivnaðarnevndini, sum í 2007 staðfesti, at sambýlið, skuldi byggjast til hesi, sum búgva á Psykiatriska Deplinum.

- Tað er møguligt, at hesi 15 enda við at fáa bústað í sambýlinum, men tey hava ikki longur framíhjárætt. Nú hevur man søkt eftir búfólki, og hesi 15 fólkini, sum hava bíða í so nógv ár standa á einum lista saman við 49 øðrum. Tað kann ikki vera rætt - tey skulu øll vera úti av Psykiastriska Deplinum í ár, leggur hann aftrat.
- Um tey ikki sleppa út av sjúkrahúsinum nú, fara tey herfrá uttan at nakrantíð hava haft eitt heim, og tað kunnu vit ikki liva við. Hetta er ikki virðiligt fyri tey, sigur heilsumálaráðharrin.



Bakgrund

Sirið Stenberg, løgingskvinna fyri Tjóðveldi, setti 11. mars 2014 skrivligan spurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um hvørji fólk skulu hava bústað á nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum verður bygt í Havn.
Í savarinum skrivar Annika Olsen, at tað er ein upptøkunevnd, sum skal taka avgerð um, hvør fær bústað á nýggja sambýlinum. Avgerðin verður tikin út frá eini samlaðari sosialpsykiatriskari fakligari meting, ið tekur atlit til tørvin, ynskini hjá tí einstaka, sjálvsavgerðarrættin og viðurskifti annars, sum skal tryggja, at búfólkini hóska saman.
Landstýriskvinnan sigur seg vóna, at tað eydnast at fara undir eina tilgongd saman við heilsumálaráðharranum, um at fara undir eina tilgongd við at fáa tey, sum eru liðugtviðgjørd og fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum, út av sjúkrahúsinum, soleiðis at tey fáa sømililgari kor at búleikast undir.