Nevndin og leiðslan, sum er stovnað at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hevur borið seg soleiðis at, at tey skuldu verðið koyrd frá. So avgjørdur er Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.
Løgtingið hevur havt orðaskiftið um undirsjóvartunlarnar og í tí sambandi vóru hvassar atfinningar ímóti, at tunlafelagið hevur leitað sær til Noregs eftir ráðgeving.
Annars legði løgtingið dent á, ”at tunnilsverkætlanin í so stóran mun sum gjørligt eigur at verða framd av føroyskum vinnulívi og arbeiðstakara soleiðis, at bæði íløgupeningurin og raksturin av tunlunum koma føroyska samfelagnum til góðar”, sum tað stendur orðarætt í viðmerkingunum til uppskotið um at stovna almenna tunlafelagið.
Tí halda nógvir politikarar, at tunlanevndin hevur gjørt beint ímóti politiska viljanum, tá ið hon hevur fingið eitt norskt ráðgevarafelag at gera ein part av arbeiðnum. Hetta er eisini ein avgerð, føroyskir ráðgevarar hava átalað harðliga.
Greiðast í síni meining var Jacob Vestergaard, sum heldur, at hetta er ”ein fullstendig fallitterklering av leiðsluni í felagnum og diskvalifiserar tey til at verða uppsøgd”, sum hann málber seg.
Henrik Old, landsstýrismaður í vinnumálum, gjørdi gangandi greitt, at hetta fer hann ikki at blanda seg uppí arbeiðið hjá nevndini. Hann fer heldur ikki at blanda seg upp í, hvørjar ráðgevarar, nevndin fær.
- Svarið er eitt greitt og klárt og klingandi nei, tí eg fari ikki at blanda meg uppí, hvørjar ráðgevarar felagið fær sær, ger landsstýrismaðurin púra greitt.
Vit hava gjørt eina politiska semju um at leggja arbeiðið í eitt partafelag, sum hevur eina nevnd og eina leiðslu og nú skulu tey fáa frið at leggja arbeiðið til rættis, heldur Henrik Old.
Hann heldur eisini, at tað er heldur smáligt at finnast at nevndini og leiðsluni fyri at fáa sær norskar ráðgevarar, tí talan er um eitt arbeiðið upp á 36-38 milliónir av tveimum, ella trimum milliardum, sum báðir tunlarnir kosta.
- Lat tey nú sleppa at vísa, hvat tey duga. Eg eri rættiliga vísur í, at tey koma á mál. Men eydnast tað ikki, er støðan sjálvandi ein onnur, sigur landsstýrismaðurin.
Henrik Old staðfestir somuleiðis, at tað var nettupp Fólkaflokkurin, sum forðaði fyri, at tað kom at standa í sjálvari lógini at føroysk arbeiðsmegi skuldi hava framíhjárætt til arbeiðini.
- Tí kom tað ikki í sjálva lógina, men stendur bara í viðmerkingunum til hana, sigur Henrik Old.
Tey, sum sita í nevndini í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, eru: Bergur Poulsen, formaður og Evy Jacobsen, næstformaður, umframt, Ewald Kjølbro, Gunnva á Lofti, Marita Hentze og Petur Alberg Lamhauge.