Havi sjálvur arbeitt innan psykiatriska økið í Danmark í nógv ár, har ið eg var í starvi hja Danska Reyða Krossi og seinni innan bústovnar fyri sinnisveik. Eg kenni tí avbera væl, hvussu týdningarmikið tað er fyri tey sinnisveku, at nemliga við at føla seg virdan sum eitt heilt menniskja hóast sinnisbrek.
Serliga týdning hevur tað, at samfelagið tekur tey sinnisveiku fyri fult, og at tey sjálvi føla “at tey eisini eru nakað” hóast sinnisbrek og ikki verða sædd sum annanfloksmenniskju, sum tað framvegis eru tendensir til her heima hjá okkum í Føroyum. Nei, vit eru øll menniskju og hava líka krav upp á lívið hóast brek, eisini tey sinnisveiku sum búgva her á klettunum.
Tí frøist eg nú um, at tað verður endliga varpað ljós á hetta álvarsliga mál um, at vit í Føroyum fáa íbúðir fyri sinnisveik.
Tí eitt vist, at vit hava ella kenna øll onkran í familjuni hjá okkum sjálvum, sum er sinnisveikur á ein ella annan hátt, og hetta kann í ein vissan mun raka okkum øll.
Nógvar røddir hava verið frammi í hesum álvarsliga málið, bæði sinnisveik, avvarðandi, politikarar og ikki minst fakkunnleikin á psykiatriska økinum hava úttalað seg um hetta mál.
Serliga hevur fakkunnleikin víst á, hvønn týdning hesar íbúðir hava fyri tey sinnisveiku og at rættast er at halda seg til upprunaætlanina við at byggja í Havn. Fakkunnleikin sum eg vísi tíl eru læknar og onnur sum arbeiða innan økið í Føroyum.
Fakkunnleikin vísur eisini á, at tað er betur fyri tey sinnisveiku, at tað verður bygt í Tórshavn og harvið verður alt samlað á einum stað í Tórshavn. Tí psykiatriskudeplin er í Havn frammanundan, og tey fólkini, sum eru sinnisveik, skulu flytast til hesar nyggju íbúðirnar fra psykiatriskadeplinum.
Fakkkunnleikin metir eisini, at við at byggja í Tórshavn er ein styrkur fyri tey sinnisveiku, og hetta er eisini tað, sum álitið um hesa ætlan leggur upp til.
Hetta er eisini púra rætt, og hetta styrkir eisini tann sinnisveika og bæði viðvíkjandi identitet og eisini við at vera í tí umhvørvi, har ein hevur búð í 30 til 40 ár. At flyta hesu sinnisveiku úr Havn er “næstan nazimetodur” eftir mínum tykki. Somuleiðis er tørvurin á hesari bygging eisini størstur í Havn. So her eri eg púra samdur í fakkunnleikanum á økinum.
Tí ætlanin er sum nevnt omanfyri, at flyta tey sinnusveiku sum hava húsast á psykiatriskadeplinum í hesar íbúðir. Harvið fáa tey eftir mínar meining eina virðiliga viðgerð frá almennari síðu, sum eisini er tað besta fyri tey.
Somuleiðis er hetta sera gott fyri at “ føla seg tryggan og virdan sum eitt menniskja” sum vit øll hava rætt til, óansæð um vit eru sinnisveik ella ikki.
Men vit eru jú øll bara menniskju og hava krav upp á eina líka viðgerð og rætt til at liva lívið og eisini við egnum bústaði.
Nú er so komið á mál, og Tórshavnar kommuna og landsstýriskvinnan í Almenna- og Heilsumálum Rósa Samuelsen eru nú samd um at halda seg til upprunaligu ætlanina við at byggja 16 íbúðir til sinnisveik í Havn. Kjakið hevur annars verið um at flyta hesa 16 íbúðir úr Havn til Sandavágs.
At avgerðin er tikin saman við okkara borgarstjóra Heðin Motrensen, at tað nú er komið á ásamt um, at tað skal byggjast í Havn, er ein sigur fyri tey sinnisveiku og teirra avvarðandi.
Hetta eri eg og fleiri við mær sera fegin um, og hetta er eisini upp á tíðina, at tað frá politiskari síðu verður framt nakað fyri tey veikastu í okkara samfelag – og tað er at fegnast um fyri vælferðasamfelagið Føroyar.
Enn er nakað eftir á mál og 1. skulu vit hjá Tórshavnar býráð gera eina heildarætaln fyri økið og síðan verður tikið støða í byggi- og býarskiparnarnevndini, til sjálvt byggiloyvið.
Vónadi finnast tað nú skilagóð politisk fíggjarlig raðfesting, so farast kann fara til verka beinavegin og lat tað nú ikki blíva sum við íbúðunum hjá teimun menningartarnaðu, har játtanin varð reduserað niður í einki á fíggjarlógini í ár. Hetta sóu við dømi um í Dag og Viku í gjár.
Men nú er at fara til verka og vísa politiska vilja og skilagott stev til frama fyri okkara sinnisveiku - sum hva bíðað í 30 til 40 ár. Men betur seint enn ongantíð. Verður oftani tikið til. Men parturin hjá Tórshavnar kommunu liggur ikki eftir í hesum máli, og tað er at fegnast um. Men vit mugu øll ikki gloyma at tey sinnisveiku eru eisini menniskju, skulu virðast og hava krav upp á líkarætt.
Levi Mørk, limur í sosialunevnd og limur í byggi og býðarskiparnevndini hjá Tórshavnar kommunu









