Føroyar skulu verða eitt gott og trygt land at búgva í. Vit skulu skapa góðar umstøður fyri trivnaði her á landi, og vit skulu hava umsorgan og virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Barnafamiljurnar mugu fáa betri kor og størri rásarúm.
Í løtuni manglar ein hálv milliard í rakstrinum av tí almenna, og tí er umráðandi, at vit aftur fáa tamarhald á okkara búskapi. Hallið í almenna búskapinum skal verða burtur í 2016, og tað krevur, at vit føra ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk. Tað almenna húsarhaldið skal rationaliserast so skynsamt, sum til ber, so at vit fáa meira fyri minni. Neyðugt verður at gera struktuerellar broytingar í samfelagnum. Rationaliseringar, samanleggingar og reformar skulu effektivisera tað almenna, og neyðugar raðfestingar skulu gerast, so at almennu útreiðslurnar kunnu tálmast.
Vinnulívið er grundarlagið undir samfelagnum og skal verða sterkt og kappngarført. Vinnulívið skal hava góðar karmar og møguleikar at mennast. Eisini má ein menningartilgongd verða, sum skapar fortreytir fyri nýggjum vinnuvegum, sum kunnu skapa fleiri arbeiðspláss og størri inntøkur til vinnuna og tað almenna. Fiskivinnan verður eisini frameftir álitið hjá føroyska samfelagnum, og tí má vinnan hava tryggar og varandi karmar at virka undir.
Vit skulu gera tað, vit kunnu, fyri at fáa barnafamiljur at trívast og støðast í Føroyum, og føroyska samfelagið má eisini verða ført fyri at fáa tey, sum eru farin av landinum lesa, heimaftur at búgva og virka. Følkavøkstur er ein av fortreytunum fyri framburði her á landi. Vit mugu standa saman og skapa breiðar semjur tvørtur um floksmørk Føroya landi at frama.
Gott val!
(Tilvildarligir tættir úr valstríðnum settir saman til tilvildarliga valrøðu, sum sigur alt og einki - og sum sigur tað, sum øll siga).