Borgarstjóri á øðrum skeiði í Fámjins kommunu er Jóannis Lisberg. Hetta er triðja skeiðið hjá honum í kommununi. Tá kommunan telur færri enn 100 íbúgvar, eru bara trý fólk í bygdarráðnum.
Arni Teindal er varaborgarstjóri, og triði bygdarráðslimurin er Arnbjørn í Smiðjuni. Allir eru heimamenn og búgva í Fámjin. Jóannes Lisberg letur væl at samstarvinum og sigur, at tað eru fá mál í hesum skeiði, sum teir ikki hava verið samdir um.
Fámjinstunnilin, sum nú skal byggjast, hevur fylgt ógvuliga nógv í Fámjin seinastu árini. - Tað skal eingin ivi vera um, at tunnilin var mítt fremsta mál. Her hava verið nógvir snávingarsteinar, men nú dugi eg illa at síggja, hvat kann gera, at tunnilin ikki kemur.
Borgarstjórin dylur ikki fyri, at her hevur verið neyðugt at havt fingurin á pulsinum – ja, næstan fram til dagin í dag, tí tað vóru ávísar kreftir, sum arbeiddu ímóti.
Uppundir seinasta val segði Jóannes Lisberg, at tað var ikki nógv, hann kundi lova, tí kommunan er lítil og fíggjarorkan hareftir. - Men, eg lovaði, at eg skuldi stríðast fyri tunlinum og fór ikki at helma í, fyrr enn vissa var fingin fyri tunlinum.
Jóannes Lisberg heldur fyri, at kanska hava onkur onnur mál í bygdini ligið á láni, tí so nógv orka fór til stríðið fyri tunlinum.
Nú tunnilin skjótt verður veruleiki, vísir borgarstjórin á, at í Fámjin er bæði nógv og gott byggilendi. - Vit eiga ikki hetta lendið, men vit hava gott samskifti við privatar eigarar, sum vilja lata burturav, um fólk hava hug at seta búgv her hjá okkum.
Tað, sum kommunan ynskir, er, at fólk vilja seta búgv og gerast ein partur av fantastisku perluni, sum Fámjin er.
Jóannes Lisberg sigur, at fólk, sum møguliga kundu hugsað sær at sett búgv í Fámjin, nú tunnilin er nær, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við kommununa um møguleikar.
Hóast tunnilin hesi árini hevur sogið nógva orku úr bygdarráðnum, er ymiskt hent í Fámjin. - Vit hava gjørt stórar íløgur í beiðar og góðar vegir í bygdini, eins og Kirkjuáin, sum rennur oman millum kirkjuna og dansistovuna, er løgd undir heilt.
Borgarstjórin vísir á, at vegurin niðan í Kálvhússtovu og vegurin út á Teigar eru gjørdir av nýggjum og asfaltteraðir. - Her vóru gamlir vegir, sum eru grivnir upp og gjørdir av nýggjum. Vit hava soleiðis brúkt nakrar miljónir í hesum valskeiðnum til vegir og asfalt.
Hetta er ikki gjørt, tí kommunan hevur góð ráð, men hetta eru arbeiði, sum hava bíðað leingi. - Spurningurin er, um ráðini høvdu verið betur, um hesi arbeiði framvegis lógu á láni til einaferð seinni. Tað ivist eg í, leggur borgarstjórin aftrat.
Í Fámjin gleða tey seg ómetaliga nógv til tunnilin.
- Í fyrsta lagi verður hetta fantastiskt fyri okkum, sum búgva í Fámjin, sigur Jóannes Lisberg.
Sjálvur tunnilin verður umleið 1200 metrar langur, og her skulu gerast nakrir hundrað metrar av vegi báðumegin, einir 400 metrar í Fámjin og 600 metrar Øravíkarmegin.










