Seinnu »play off«-dystirnir um at vinna seg víðari til EM-endaspælið í Póllandi og Ukreina komandi summar vóru í gjárkvøldið.
Tað stóð eitt sindur á hjá Portugal, sum bara megnaði málleysan javnleik í fyrra dystinum móti Bosnia/Herzegovina. Men tá avtornaði, hevði portugisiski bóltsnillingurin, Cristiano Ronaldo, sjálvur avgjørt lagnuna hjá sær og sínum landsmonnum við tveimum málum.
Hann legði Portugal á odda longu tíðliga í fyrra hálvleiki, áðrenn Nani um miðjan fyrra hálvleik økti til 2-0. Bosnia/Herzegovina minkaði um munin stutt fyri hálvleik við brotssparki.
Í seinna hálvleiki økti Cristiano Ronaldo aftur og minuttin seinni fingu gestirnir ein mann útvístan. Hóast tað, so megnaði Emir Saphic at minka um munin aftur, so Bosnia Hersogovina aftur bara var eitt mál frá at koma víðari.
Stutt seinni kom tó mønustingurin, tá Helder Postiga legði Portugal á odda 4-2. Síðani øktu Miguel Veloso og aftur Helder Postiga til endaliga úrslitið 6-2.
Fá mál aftrat
Var dysturin hjá Portugal málríkur við sínum átta málum, so vóru ikki tey nógvu málini at síggja í hinum trimum dystunum, tí ein endaði 1-1, ein 1-0 og tann triði 0-0.
Írland spældi javnt 1-1 í Dublin móti Estlandi og er samanlagt víðari við einum 5-1 sigri. Stephen Ward legði írar á odda í fyrra hálvleiki, og tá var eingin ivi longur, tí nú var Írland samanlagt á odda 5-0. Nakað inn í seinna hálvleik javnaði Konstantin Vassiljev til 1-1, men tað bleiv bara pynt.
Eisini Kekkia er klárt eftir sigur útivølli móti Montenegro. Dysturin endaði 1-0 til Kekia, og tað var Petr Jarizek frá Victoria Plzen, sum skoraði einsamalla málið. Kekkia vann heimadystin 2-0, og eru harvið klárir til EM.
Kroatia megnaði ikki at skjóta mál móti Turkalandi í gjárkvøldið, men tað bilti ikki, tí kroatar høvdu vunnið 3-0 á útivølli fríggjakvøldið. Harvið er Kroatia klárt til EM-endaspælið í Polandi og Ukraina komandi ár.