Tað var ein løgin skari av ungfólkum, sum henda leygarmorgunin stigu út úr bussinum í Skálafirði.
Øll vóru ílætin í tey heitastu klæðini, tá tey við skundi fóru inn í øll húsini í bygdini við einum einasta endamáli: At fáa fólk at keypa lutaseðlar til frama fyri London-ferðina hjá flokkinum.
Eitt av foreldrunum skipaði fyri og legði lag á, hvussu tey skuldu býta seg sundur, fyri at fáa sum mest burturúr tíðini á staðnum.
Við sær høvdu tey lutaseðlar, sum fólk høvdu møguleika at keypa fyri einans 5 kr. stykkið. Umframt hesa leysasøluna so kundi fólk keypa ein posa við 20 seðlum í, har ein var vísur í at fáa ein vinning.
Og tað vísti seg eisini skjótt, at tað stóð ikki á at sleppa av við allar teir túsundtals seðlarnar ? og vinningarnar!
Strævið
Vinningarnar kundu fólkini fáa beinanvegin. Miðskeiðis í bygdini stóð nevniliga ein av bussunum hjá Bygdaleiðum, sum var leigaður til endamálið. Henda dagin førdi hann kortini ikki einans næmingar og foreldur, men var á tremur við góðum vinningum.
Stóð ikki "nitte" á seðlinum kundu fólk fara beinleiðis yvir til bussin, har fryntligir næmingar handaðu vinningin í somu løtu ? sodavatn, góðgæti, kakur, mat og mangt annað.
Tá tey á kvøldi gjørdu upp fyri dagin, var øll orsøk at fegnast: Tey høvdu frá kl. 10 til 19 selt fyri ikki minni enn 20.000 kr.
- Hetta var ein strævin dagur, men kortini eru vit øll fegin um úrslitið, sigur eitt av foreldrunum, skálamaðurin Hans Jákup Johannesen, sum var ein teirra, sum legði teimum lag á søluna av seðlunum henda dagin.
Alt selt
Rutan var løgd frá morgunstundini av: Byrjast skuldi í Oyndarfirði, og síðani skuldi bussurin koyra til Skálafjarðar og Skála, og hagani úr á Strendur.
Tað vísti seg kortini, at tey skuldu ikki koma longri enn út á Skála, tí tá vóru allir teir 450 vinningarnir longu farnir.
Ferðin byrjaði í Oyndarfirði kl. 10 henda morgunin. Kalt var í veðrinum, men næmingarnir høvdu latið seg í til slíkt veður. Tey gingu hús úr húsi fyri at selja seðlarnar, og kundu tey, sum vóru so heppin at vinna, fara yvir til bussin fyri at heinta vinningarnar.
Um middagsleitið var leiðin løgd móti Skálafirði. Hetta er ikki stór bygd, so skjótt gekk at vitja øll húsini, áðrenn Skála stóð fyri tørni.
Veðrið eingin forðan
Í Skálabotni gekk væl at selja. Her var eisini kalt í veðrinum og vegirnir í bygdini glerstoyttir, men hetta forðaði tó ikki huginum at fullføra uppgávuna, tey vóru komin til.
Tey fóru inn í øll húsini, og haraftrat sluppu tey av við nógvar seðlar í samkomuhúsinum hjá Kelduni har menn og kvinnur arbeiddu við at gera húsið klár til páskastevnuna í ár. Okkurt av arbeiðsfólkunum vann eisini ein vinning.
Á Skála gekk somuleiðis sera væl at selja ? helst tí at fleiri av næmingunum eru hagani. Og tá tey vóru komin út til tey uttastu húsini á Skála, kundu tey bara staðfesta, at nú vóru eingir vinningar eftir.
Alt var selt, og tí var einki at fara út á Strendur við. Tá var eisini farið um nátturðatíð, so tíð mundi vera at hugsa um at sleppa sær til hús eftir ein langan, strævnan og kaldan dag.
Trý hugskot í eitt
Tað vóru upprunaliga trý heilt ymisk hugskot, sum runnu saman til eitt slíkt rullandi tombola:
Ein hevði hugsað um at havt eitt tombola, har ein ikki helt til á einum staði, men vitjaði fleiri ymiskar bygdir.
Ein annar hevði hugsað um eitt tombola, har ein kundi keypa ein posa við ávísum tali av seðlum, og har ein var vísur í at vinna.
Uppaftur ein triði hevði hugsað um møguleikan at ferðast bygd úr bygd við einum bussi, har bæði seljarar og vinningarnir vóru savnaðir á einum og sama staði.
Soleiðis varð tað til hetta sjáldsama tiltakið, tá 9B í Stranda skúla vitjaði í trimum bygdum seinasta leygardag.
At hesi trý samanrunnu hugskotini eydnaðust so væl, gevur kanska øðrum dirvi og hug at gera tað sama á øðrum støðum.
Strandingar fáa vitjan í næstu viku
Endamálið við hesi heldur øðrvísi søluni leygardagin er at savna inn pening til eina London-ferð seinni í ár.
Tey hava longu skipað fyri øðrum tiltøkum, og nú leygardagin fara hesir ídnu næmingarnir undir næsta tiltakið. Tá verður skipað fyri einum loppumarknaði í Skála skúla, har ? vanligt! ? tombola er á skránni, eins og fólk kunnu keypa sær okkurt gott afturvið einum drekkamunni.
Tey ætla sær tó ikki at gloyma fólkið í grannabygdini Strondum, og tí verður farið hagar og Innan Glyvur at selja rullandi seðlar leygardagin 5. mars.
Tey eru í løtuni eisini í ferð við at selja lutaseðlar, og hava frammandan somuleiðis skipað fyri øðrum peningasavnandi tiltøkum til frama fyri ferðini.
Nógvur peningur skal til eina slíka ferð, men við tí hugflogi og ídni tey hava víst, er lítil ivi um, at tey megna at savna inn hesar 130.000 kr., áðrenn lagt verður til brots í London.
Í 9 B í Stranda skúla ganga næmingar úr Oyndarfirði, Skálafirði og av Skála. 18 teirra fara avstað til London, umframt tríggir leiðarar.
Enn ein vinningur
Tey hepnu sum vunnu ein av góðu vinningunum, hava enn ein møguleika at ogna sær ein enn betri vinning.
Aftanfyri tann vinnandi seðilin skriva tey navn og bústað, og síðani verður drigið um nakrar eykavinningar, har høvið verður at eta eina betri máltíð á fýra matstovum í Havn og í Runavík.
London-ferð í summar
Peningurin, sum kemur inn við øll hesi peningasavnandi tiltøkini fer til eina námsferð til London.
Her er ætlanin at vitja ymisk støð, m.a. National History Museum, Science Museum, BBC og Madame Tussaud. Ætlanin er somuleiðis at vitja ymisk áhugaverd tiltøk í London.