Tey radikalu vilja skerja høgraveingin

Leiðarin í danska Radikala Vinstraflokkinum, Marianne Jelveg, búskaparmálaráðharri fegnast um, at tað nú kann arbeiðast uttan um víðgongdu høgraflokkarnar

Leiðarin í Radikala Vinstraflokkinum, Marianne Jelveg búskaparráðharri, ætlar at mobilisera allar góðar krefti ímóti styrkjanini av uttasta høgraveinginum, sum hon heldur var tað mest markanta við fólkatingsvalinum hesaferð.

Í fyrsta umfari ætlar hon at isolera Danska Fólkaflokkin og Framburðsflokkin í parlamentariska arbeiðinum.

? Vit eru í teirri støðu, at nógvar fleirtalskombinatiónir kunnu gerast, uttan at teir báðir høgraflokkarnir nýtast at vera við. Fyri fyrstu ferð í nógv ár sleppa vit undan at brúka hasar flokkarnar, sigur hon.