Myndugleikarnir í Venezia bera ótta fyri, at býurin verður eitt ferðamannastað burturav, og at fólk tí ikki fara at leggja í at búseta seg har.
Gongin er eisini týðilig. Í 1966 búðu 121.000 fólk í býnum, men í dag er fólkatalið bara 62.000. Samstundis er ferðafólkatalið veksandi, og í ár verður roknað við, at 18 milliónir ferðafólk vitja býin.
-Heldur hetta fram, verður Venezia sum eitt Disneyland - fult av ferðafólki, men einki fastbúgvandi fólk, skrivar blaðið La Republica. Sambært blaðnum eru tað eisini mong, sum halda, at Venezia er ikki tað, hann var. Tey gomlu handilsnøvnini eru horvin, og ístaðin fyri hevur býurin fingið eina ørgrynnu av smáhandlum, sum selja ferðafólki minnislutir og mótaklæðir.
Samstundis hava stórar hotellketur keypt nógvar av teimum tómu bygningunum, og húsaprísurin er farin upp ígjøgnum. La Republica skrivar, at í dag kostar ein íbúð inni í býnum meiri enn 50.000 krónur fyri hvønn fermetur.