– Á privata arbeiðsmarknaðin verður løn ikki goldin, tá verkfall ella verkbann er.
So einfalt svarar Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, tá vit spyrja, hvussu privatu arbeiðsgevararnir bera seg at í verkfals- ella verkbannstøðu.
Øðrvísi er hjá tí almenna. Tí sambært Fíggjarmálaráðnum, so er tað siðvenja, at tað almenna rindar øllum starvsfólkum fulla løn, tá tey eru í verkfalli, ella tá arbeiðsgevarin hevur lýst verkbann.
Og tað ger tað almenna, hóast júst endamáli við verkfalli og verkbanni er at kroysta hin partin. Eitt verk hevur ta avleiðing, at starvsfólkini ikki fara til arbeiðis og at arbeiðsgevarin ikki kann fáa arbeiðið gjørt. Soleiðis verður trýst lagt á.
Eitt verkbann hevur ta endamál, at arbeiðsgevarin ikki lovar starvsfólkinum til arbeiðis, og trýstið liggur á, at tey fáa ikki løn.
Hóast greiðar Fíggjarmálaráðið hevur greiðar skiftligar mannagongdir í almennari vegleiging til stovnar hjá landinum.
Í hesi vegleiðing verður millum annað sagt, at tá arbeiðsst verður settur í verk, halda setanarviðurskiftini uppat, og starvsaldur verður ikki vunnin, meðan arbeiðssteðgurin er.
Viðvíkjandi løn hjá starvsfólki í arbeiðssteðgi, verður sagt, at løn skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðsstegðurin er.
– Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, orlov við løn ella við niðursettari løn. Goldin verða heldur ikki frítíðarløn, frítíðarískoyti og eftirlønargjald.
– Tá ið arbeiðssteðgurin er av, hevur arbeiðsgevarin skyldu aftur at rinda løn o.a., við teirri
treyt, at setanarviðurskiftini verða tikin uppaftur.
»Vegleiðing um arbeiðssteðg, samsvarandi sáttmála« kann lesast við at TRÝSTA HER