Fjølmiðlakommissjónin, sum í gjár handaði landsstýriskvinnuni í mentamálum álit um føroyskar miðlar, hevur fleiri ítøkilig uppskot um, hvussu fíggjarorkan hjá Krinvarpinum skal styrkjast, men kommissjónin ger lítið og einki við grundleggjandi trupulleikarnar hjá privatu miðlunum.
Tað halda blaðstjórarnir á báðum teimum stóru føroysku bløðunum.
- Tað er gott, at hetta arbeiðið er gjørt, men eg sakni, at kommissjónin veruliga ger nakað við trupulleikarnar hjá privatu miðlunum. Tað tykist sum, at tá ið mann ikki veit, hvat mann skal gera, so setir mann ein grunn, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting.
Hann sipar við tí til, at Fjølmiðlakommissjónin mælir til, at Kringvarpið framvegis skal kunna hava lýsingar, men at inntøkurnar fara í ein grunn, har allir miðlar – eisini Kringvarpið – síðani kunnu søkja um pengar.
Fjølmiðlakommissjónin mælir eisini til, at kringvarpsgjaldið frameftir verður goldið yvir skattin, og at gjaldið verður frítikið fyri meirvirðisgjald.
Munar einki
Privatu miðlarnir hava havt tað tungt seinnu árini, tí lýsingainntøkur og blaðsøla er minkað. Samstundis hava miðlarnir funnist at, at teir skulu kappast við almenna Kringvarpið um lýsingarkrónur.
Fjølmiðlakommissjónin vil ikki steðga Kringvarpinum at hava lýsingar, men mælir til, at inntøkurnar fara í ein grunn. Har kann Kringvarpið eisini søkja um pengar, men kann í mesta lagi fáa helmingin aftur. Restin skal so latast til privatu miðlarnar.
Men hetta uppskotið hóvar ikki blaðstjórunum á Sosialinum og Dimmalætting.
- Samstundis sum kommissjónin vísir á, hvussu stóran týdning lýsingarinntøkurnar hava fyri privatu miðlarnar, so mælir hon til, at somu miðlar nú skulu søkja um stuðul úr hesum miðlagrunni, heldur enn frælsir og fríir at selja lýsingar. Grundarlagið undir privatu miðlunum er søla – blaðsøla og lýsingarsøla. Kommissjónin tekur stórliga feil, um hon heldur, at hetta er framstig fyri privatu miðlarnar, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.
Ongan góðan
Blaðstjórarnir báðir halda, at Fjølmiðlakommissjónin als ikki kemur við nakrari loysn, sum kann hjálpa privatu miðlunum.
- Eftir at hava lisið álitið mugu vit tíverri staðfesta, at privatu miðlarnir hava ongan góðan í Fjølmiðlanevndini, men eisini kommissjónin í veruleikanum er fikublaðið, sum landsstýriskvinnan kann brúka at skaffa Kringvarpinum meira pening, sigur Árni Gregersen.
Eirikur Lindenskov heldur, at kommissjónin als ikki hevur skilt støðuna hjá privatu miðlunum.
- Spell at kommissjónin ikki sær størri virði í teimum privatu miðlafyritøkum, sum eru. Men kanska virðingin, tá alt kemur til alt, er størri millum tingfólk, sum eiga síðsta orðið. Tað vóna vit, sigur hann.
****
7 tilmæli
Fjølmiðlakommissjónin hevur 7 ítøkilig tilmæli um, hvussu føroyingar kunnu fáa betri miðlar í framtíðini:
- Kringvarpsgjaldið verður lagt inn í skattaskipanina sum fast gjald
- Fasta gjaldið verður prístalsviðgjørt
- Lýsingainntøkurnar hjá Kringvarpinum fara í ein miðlagrunn
- Miðlagrunnurin stuðlar føroysku miðlunum
- Kringvarpsgjaldið verður MVG-frítikið
- Sjónvarpsrásin hjá Kringvarpinum verður talgildað