Meðan vinnan ikki klárar at halda ferðini, hava tey privatu ikki sett fótin á bremsuna, hóast afturgong í búskapinum.
Fyrstu átta mánaðirnar í ár er innflutingurin til privata nýtslu tann sami, sum hann var somu tíð í fjør.
Harafturat er innflutningurin av brennievni, bensini og tílíkum vørum er vaksin við 39 miljónum fyrstu átta mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 13%.