John Johannessen
- Okkum manglar ikki arbeiði.
Hetta vóru orðini, ið Sonja á Liðarenda frá prentsmiðjuni Estra í Gøtu, segði, tá ið Sosialurin spurdi hana, hvussu tað gongst við arbeiðinum.
Á Estra hava tey 14 fólk í arbeiði hvønn gerandisdag, og harafturat, so eru tey ofta noydd at arbeiða í skiftivaktum. So, Sonja stúrir ikki fyri framtíðini. Hon segði, at móti jólum er altíð nógv at gera á prentsmiðjuni, og tá eru tey noydd at senda boð eftir eyka fólki til arbeiðis.
Jólakort og jólakalendarar
Eitt, ið tey prenta nógv av móti jólum, eru jólakort og jólakalendarar. Tíðin, tá ið fólk fara at senda jólakort til kenningar sínar úti og heima, hon nærkast við fullari ferð. Og hetta merkja tey væl á prentsmiðjuni Estra.
Ein siður, ið hevur verið leingi, er siðurin at geva børnum jólakalendarar, so at tey í desember kunnu telja dagarnar til jóla. Og eisini nógvir av hesum verða prentaðir á prentsmiðjuni í Gøtu. Tá ið vit tosaðu við Sonju á Liðarenda, vóru tey í ferð við at prenta jólakalendaran hjá Útvarpi Føroya. Hesin skuldi prentast í 8.000 eintøkum.
Annars, so tekst prentsmiðjan gjøgnum árið við alt hugsandi prentiarbeiði. Á Estra prenta tey milum annað lutaseðlar, bøkur, plakatir, rokningar, brævbjálvar, kvittanir o.s.fr..
Serlig maskina
Tá ið prátið fall á jólakalendarar, so kom blaðmaðurin at hugsa um, hvussu tey á prentsmiðjuni gera lúkurnar í jólakalendararnar. Tað ber jú ikki til, at fólk standa og skera tær út - ella hvussu?
- Nei, vit hava eina serliga maskinu, ið skerir lúkurnar út. Tó er hetta ikki ein maskina, ið bert verður nýtt til at gera jólakalendarar við. Hendan maskinan kann geva prentlutum okkara øll møgulig serstøk snið, og verður hon tískil nýtt alt árið til serstakar uppgávur. Maskinan kann gera alt møguligt bukkiarbeiði, talmerkingararbeiði o.s.fr.
Ov nógvar bøkur á jólum
Sonja á Liðarenda sigur, at tey prenta ógvuliga nógvar bøkur móti jólum. Men tó heldur hon, at við at geva so nógvar bøkur út í senn, so verða ávísar bøkur køvdar á marknaðinum. Hon ivast ikki í, at um bókaútgávurnar vóru spjaddar meira út yvir alt árið, so hevði borið betri til at selt tær.










