Jól. Hæddarpunktið av allari desemberstákanini. Í ein mánað hava serliga mammur skrúvað vónirnar um jólini heilt upp í topp. Allir karmarnir eru nú í lagið, og alt tað ytra er komið upp á pláss. Nú má einki kiksa.
Men hvat eru eini perfekt jól? Spyrt tú børnini um teirra bestu jól, so minnast tey neyvan, um vindeyguni vórðu pussað, ella um sósin var eitt sindur ov sølt. Kanningar vísa, at børn serliga minnast nærveruna, og at tey vóru saman við foreldrunum í friði og náðum uttan at nakað ella nakar órógvaði. Flestu mannfólkini leggja heldur einki í, um hvør skuffa ikki er høvuðsreingjørd, ella um serviettarnir ikki hóska til gardinurnar. Trýstið um tað perfekta kemur tí í stóran mun frá kvinnunum sjálvum.
Men eg havi tosað við eina mammu, sum misti nýstoktu gásina á gólvið. Ein onnur hevði riggað væl til, men beint sum dunnan var sett inn í ovnin, gekk ovnurin fyri. Ein triðja mátti í seinastu løtu skaffa Risifrutti til allar jólagestirnar, tí jólagreyturin ikki var etandi.
Men tær greiða allar frá kiksaðu jólunum við látri, tí jólini eru so nógv meiri, enn bara tær ytru umstøðurnar. So nógv meiri enn maturin. Hóast okkurt ikki gekk eftir ætlan, so vóru "kiksaðu" jólini tó als ikki verri enn hini – og tey vóru minnilig.
Kanska eru jólini ongantíð heilt so perfekt, sum vit minnast tey. Tí kanska snúgva jólini seg um nakað heilt annað enn perfektar karmar.