Tey orðblindu fáa eitt nýtt lív

Tað er nærum eitt tabu at viðganga, at ein er orðblindur. Men nú er hjálp at fáa hjá hesum bólkinum. - Vit síggja tað so ofta, og tí vita vit, at okkara viðgerð gevur teimum bæði sjálvsálit og eitt heilt annað lív, sigur Annita Nielsen, stresskonsulentur

Orðblind: - Tað følist akkurát sum eg havi fingið ruddað upp í heilanum og havi lagt orðini upp á pláss!

Soleiðis segði ein drongur í 5. flokki, eftir at hann hevði verið til hesa viðgerðina, tí hann var orðblindur.

Hesin drongurin hevði trupulleikar við at lesa og skriva í skúlanum, og av somu orsøk var sjálvsálitið sera lítið.

Eftir eitt ávíst tal av viðgerðum, kundi hann nú anda lættan, síggja heimin við nýggjum eygum og veruliga seta sær nýggj mál fyri framtíðina.

At loysa trupulleikar við orðblindni eru bert ein av møguleikunum við hesi serligu viðgerðini. Hava fólk strongd, ynskja at leggja av at roykja, ætla at klænka seg ella vilja minnast betri, er henda viðgerðin ein møguleiki.

Tey flestu sum koma til hesar viðgerð fyri orðblindni eru børn. Fá tilboð eru til henda bólkin, men mong teirra fáa eitt annað og betri lív eftir at hava verið til theta-viðgerð.

- Jú, tað henda slík smærri undurverk hvønn einasta dag!, staðfestur Annita Nielsen, sum er ættað úr Havn, men sum býr í Danmark.


Hjálp til 1000

Mong hava helst frætt um ymisk sløg av viðgerðum, og mangar søgur eru helst um øll hesi ymisku og undarligu tólini, ið verða brúkt í hesum sambandi.

Er tað nakað sum sermerkir theta-viðgerðina, so er tað einfeldi: Eitt hugnaligt rúm, ein sofa, ein fløguspælari, eitt høvuðsett, einar sólbrillur - og ein viðgeri.

Umvegis ljóð og ljós verður viðskiftafólki leitt inn í eina støðu av ró og hvíld, samstundis sum tær ymisku bylgjurnar raka eygu og oyru.

Eftir einans 45 minuttum er viðgerðin liðug, og viðskiftafólkið kann nú staðfesta ein stóran bata beinanvegin, ella taka støðu til, um neyðugt er at koma aftur til ta næstu viðgerðina.

- Í Danmark viðmæla teir fólki at fáa 8 til 10 viðgerðir, men eg plagi sjálv bert at viðmæla einar 4-5 viðgerðir. Hvør viðgerðin kostar 500 krónur, so tað er eisini ein spurningur um fíggjarorkuna hjá fólki.

- Hetta er nevniliga ein viðgerð, sum tey ikki fáa stuðul til. Men hinvegin kunnu vit prógva, at tað hevur hjálpt hjá hundrandavís og túsundvís av fólkum, slær Annita fast.


Smá undurverk

Theta-viðgerðin er eitt tilboð til fólk við alskyns trupulleikum. Tað eru serliga fólk ið stríðast við sítt sjálvsálit, hvussu tey skulu loysa dagsins mongu trupulleikar ella hava strongd ið koma til viðgerð.

Stigið av trupulleikum er sjálvandi misjavnt, men felags fyri øll hesi fólkini er, at tey fáa ein stóran lætta eftir eina slíka viðgerð. Eftir viðgerðina eru fólkini ikki tey somu!

- Ja, vit kunnu staðfesta, at tey allar flestu – heilt upp í 90% - fáa hjálp eftir eina ella fleiri viðgerðir hjá okkum. Tey koma døpur í huga inn til okkara, men fara ovurfegin avstað aftur, tá viðgerðin er liðug, sigur Annita.

Hon vísir til ein 11 ára gamla drong í Føroyum, sum hevði trupulleikar í skúlanum. Hann var orðblindur og hevði tí trupult við at øll hesi longu orðini. Hetta var nakað sum eisini sermerkti gerandisdag hansara, og tí var ikki serliga nógv um hann, tá hann kom fyrstu ferð til viðgerð hjá Annitu.

Men longu eftir fyrstu viðgerðina var hann vorðin ein heilt annar drongur: Hann kundi nú lesa tey longu og áður so tvørligu orðini.

- Og tú skuldi bara sæð hvussu alt andlit hansara brosaði, tá hann fór út hiðani og aftur í skúlan, slær Annita fast. 





FAKTA


Theta-viðgerðin

er í stuttum ein ljóð- og ljóðsviðgerð, sum verður samantvinnað við orðum, og ávirka tær sonevndi theta-svingningarnar millum høgru og vinstru helvt í heilanum.

Trupulleikar at skriva, stava og lesa stava júst frá ójavnvágini millum báðar heilahelvtirnar. Men við hesi viðgerðini kann henda javnvágin rættast upp, soleiðis at tey við stórum trupulleikum til dømis við orðblindni kunnu koma bæði til at lesa og skriva.

Tal av viðgerðum verður gjørd eftir persónligari meting. Sum oftast er talan um 8-10 viðgerðir.

Íalt finnast 14 viðgerðir fyri vaksin og 10 fyri børn.

Samband fæst við Annitu Nielsen á fartlf. 224008.