Tey nýta ikki olju á Zarepta

Vatnorka verður nýtt til at hita bygningarnar á Zarepta

Síðani september hevur Zarepta spart 23.000 litrar av olju. Tað svarar til 175.000 krónur. Orsøkin er, at Zarepta hevur fingið sær sítt egna vatnorkuverk, sum hitar húsið og virksemi í húsinum. Tað sást í Degi og Viku í kvøld.

 

Frá vatnverkinum í Tjørndalsá til Zarepta eru 1.250 metrar og hæddarmunurin er 150 metrar. Tað er trýstið frá hæddarmuninum, sum fær turbinuna í verkinum at mala.  

 

Tað er Ólavur Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Hann sigur við Dag og Viku, at vatnorkuverkið hevur riggað væl.

- Vit fáa tað, sum vit høvdu roknað við, sum er um 60kW. Í hesum førinum verður tað nýtt til upphiting av húsinum, sigur Ólavur Poulsen, sum greiðir frá, at tað eru hitastavar, sum eru settir í ein vatntanga í hitaskipanini, sum hita húsið.

 

Vatnorkuverkið hevur kostað Zarepta eina millión krónur at byggja.