Tey minnisveiku skulu varðveita sín samleika

- Málið hjá okkum er at geva búfólkunum ein virknan gerandisdag við fjølbroyttum tilboðum, sum eru lagað til teirra áhuga og førleika, segði leiðarin á Heiminum á Mýrunum í Runavík, ið er fyrsti sjálvstøðugi stovnur í landinum, sum burtur av er ætlaður minnisveikum

Móttøka

Mikudagin skipaði Runavíkar býráð fyri hátíðarligari og stórfingnari móttøku á fyrrverandi Vistarheiminum í Runavík, sum kommunan hevur keypt og latið umbyggja til heim fyri minnisveik.
Nógv fólk var til móttøkuna, sum eydnaðist sera væl, og eftir røður, sang og floytuspæl, fingu fólk kaffi, te og vælsmakkandi pinnamat, samstundis høvi var hjá gestunum at síggja snotuliga heimið, ið er tað fyrsta sjálvstøðuga heimið av sínum slagi í Føroyum, sum burtur av er ætlað minnisveikum.
Tey fyrstu búfólkini eru flutt inn, og tá ið Heimið á Mýrunum, sum tað nú verður rópt, er fullsett, fer tað at hýsa átta minnisveikum fólkum úr Eysturoynni.

Søgan um húsið

Tað var borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum beyð vælkomin og tók í stuttum aftur í søguna um húsið, sum nú er karmur um heimið fyri minnisveik. Hann byrjaði við orðunum hjá skaldinum, "Latið ei søguna doyggja.." og segði:
- Tað var fyrst í fimtiárunum, at Símun Hansen byrjaði at byggja hetta húsið á trøðni, sum hann hevði havt í nógv ár. Húsini, sum vóru valahús tá í tíðini, stóðu liðug í 1959.
Rodmundur nevndi nógva trævøksturin, ið er rundan um húsið og sum gongd av álvara kom á í sekstiárunum.
Hann nevndi megnar stigið í sjeytiárunum, sum Karolina Petersen tók, tá ið hon við hesum húsi skapti karmar um sinnisveik.
- Hetta var eitt bragd, og her vantaði ikki dirvi.
Borgarstjórin vísti á, at tað stóð Runavíkar kommunu í boði at keypa húsið í 2001, og hetta helt kommunan verða ógvuliga áhugavert ? við atliti til bæði stað og tørv.
- Keypið kom í lag eftir samráðingar við tásitandi landsstýrismannin, Sámal Petur í Grund, og eigur hann - saman við Pálli á Reynatúgvu, sum eisini umsat økið í eina tíð og Hans Paula Strøm, sum nú umsitur økið og tók seinastu avgerðirnar ? stóra tøkk uppiborna fyri stuðul og áhuga.
Rodmundur segði, at Runavíkar kommuna hevur arbeitt í tøttum samstarvi við heimarøktina og økisleiðararnar um, hvussu stovnurin skuldi skipast.
- Skjótt var greitt, at tørvur var á heimi fyri dement í Eysturoy, og síðan fóru vit at arbeiða miðvíst eftir hesi ætlan.
Borgarstjórin nýtti eisini høvi at takka Tordi Niclasen, leiðara á Røktar-og Ellisheiminu í Runavík og Ásu Hanusson, økisleiðara fyri Heimarøktina í Eysturoy, fyri stuðul og góð ráð.
Hann greiddi eisini frá, hvør hevur staðið fyri umvælingini og nútímansgerðini av Heiminum á Mýrunum. Hesir eru: TN-Bygging, Teknistovan, Zacharias Leitistein, Marni Olsen, Sonny Johannesen, Timburhandilin í Runavík og Klement Petersen.
Rodmundur segði, at nú húsið er klárt at taka í nýtslu, er talan um eina samlaða íløgu upp á 5,9 miljónir krónur, harav keypsprísurin var 4 miljónir krónur.

Leiðari og starvsfólk

Borgarstjórin visti at siga, at skipað hevur verið fyri skeiðum í húsunum um dements, har skeiðleiðari var Elsa Zachariassen.
- Skeiðleiðarin legði dent á, at karmarnir um húsið eru sera góðir og at starvsfólkahópurin, sum settur er, helst er ein av teimum bestu, hon hevur møtt. Hon helt, at karmarnir eru trygdin fyri einum góðum heimi.
Rodmundur segði, at býráðið hevur sett Maibritt Jacobsen í starv sum leiðara, og hevur hon síðan sett starvsfólkini, sum saman við henni skulu vera um tey minnisveiku.
- Vit eru errin av tí arbeiði, sum tú og tíni starvsfólk hava lagt í at gera heimið klárt. Tøkk eiga tit fyri tað, segði borgarstjórin og vendi sær til leiðaran.
Hann nýtti at enda høvi at takka sosialu nevnd hjá býráðnum, har Marja Lamhauge er formaður, fyri gott arbeiði.
- Tit hava verið positiv og ógvuliga virkin fyri at náa hesum máli, segði Rodmundur Nielsen.

Serligur tørvur

Setti leiðarin fyri Heiminum á Mýrunum, Maibritt Jacobsen, segði eisini nøkur orð við móttøkuna.
Hon legði fyri við at ynskja Runavíkar kommunu hjartaliga tillukku við heiminum, sum hon helt ikki kundi ligið í vakrari náttúruumhvørvi.
- Heimið er snotuligt, og umhvørvið uttan er sera vakurt. Her eru allar fyritreytir fyri, at bæði búfólk, avvarðandi og starvsfólk fara at trívast.
Hon ynskti eisini Almanna-og Heilsumálaráðnum, Heimarøktini og Serforsorgini tillukku við nýggja stovninum.
- Hetta er ein serligur dagur fyri okkum øll, tí hetta er fyrsta sjálvstøðuga heimið fyri minnisveik, sum latið verður upp í Føroyum. Nakrar deildir eru fyri minnisveik kring oyggjarnar, og eisini er nýliga latin upp miðstøð fyri minnisveik í Havn.
Maibritt ásannaði, at tørvurin á heimi til minnisveik, har atlit vera tikin til serliga tørvin hjá hesum fólkum, er stórur.
- Tey fyrstu tekini til demens eru ofta, at minnið svíkur, og eisini gerst truplari at kenna fólk og lutir aftur. Tey minnisveiku eru ofta troytt og eru ikki so tilvitaði um, hvør dagurin, mánaðurin ella árið er. Trupult kann vera at samla tankarnar um nakað ávíst. Eisini kann vera trupult at merkja, nær ein er svangur ella tystur. Hýrurin kann vera skiftandi við vreiði, at tey eru kedd, í døpurhuga, uppgevandi, mistonkilig ? ella hvat tað nú einaferð kann vera.
Leiðarin vísti á, at tey dementu kunnu hava trupult við at seta orð á tað, tey vilja siga, og tey kunnu hava trupulleikar við at skilja tað, ið sagt verður.
- Tí kann sigast, at hesi fólk hava serligan tørv á røkt og umsorgan, segði Maibritt.

Virðing og virðir

- Vit hava virðing fyri tí einstaka menniskjanum og vilja vera um tey, sum koma at búgva her, soleiðis at tey kunnu varðveita sín samleika.
Hon segði, at stovnurin fer at leggja seg eftir at savna upplýsingar um búfólkini og festa teirra lív á blað. Soleiðis fara tey at skriva eina lívssøgu um hvønn einstakan.
- Hetta ger, at vit betur koma at kenna tann einstaka og verða dugnaligari at vera um tey og skilja teirra støðu. Á henda hátt vita vit betur, hvørji tey eru, og hvørji virðir tey hava sett høgt í lívinum.
Maibritt segði, at málið hjá starvsfólkunum er at geva búfólkunum ein virknan gerandisdag við fjølbroyttum tilboðum, sum eru lagað til teirra áhuga og førleika.
- Í okkara føstu vikuætlan er eitt nú fimleikur, vit lesa dagbløð, syngja og spæla á ljóðføri. Vit fara upp á gólv, gita orðatøk, lesa sagnir, ganga túrar og spæla ymisk spøl. Eftir ynski eru búfólkini eisini við í køkinum til matgerð og stákast annars í húsinum.
Leiðarin segði, at starvsfólkið sær tey avvarðandi sum virðismiklar starvsfelagar og verða tey tikin við í avgerðirnar.
- Vit seta opinleika, álit og reinlyndi í hásæti.

Trygt og gott

Maibritt segði, at tey fara at hava hugnakvøld fyri avvarðandi einaferð um mánaðin, og tá fara tey eisini at hava eina ávísa undirvísing um demens.
Hon legði dent á, at tey, sum starvast á Heiminum á Mýrunum, hava virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum.
- Vit leggja dent á fakliga menning innan røkt og umsorgan fyri menniskjum við sjúkuni, demens, og vit vilja geva vitanina víðari ? eisini til tey avvarðandi.
Og Maibritt Jacobsen endaði við hesum orðum:
- Vit hava lagt okkum eftir, at hetta skal vera eitt heimligt heim, har trygt og gott er at vera.

Onnur heilsaðu

Tað vóru eisini onnur, sum heilsaðu Heiminum á Mýrunum, nú móttøka var, og heimið alment varð tikið í nýtslu.
Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum, fegnaðist um, at Runavíkar kommuna er undangongukommuna at leggja lunnar undir eitt slíkt heim, sum burtur av er ætlað fólki við demens. Hon helt, at tað er heimligt at koma innar, og at atmosferan tykist ógvuliga góð.
Sigrun ynskti góða eydnu og góðan byr.
Ása Hanusson, økisleiðari hjá Heimarøktini í Eysturoy, fegnaðist eisini um stovnin.
Hon segði, at umstøðurnar hjá teimum gomlu og sjúku eru nógv betraðar í Eysturoynni.
Ása vísti á eldrasambýlini, sum bygd eru á Toftum og í Leirvík og heimið, sum Gøtu kommuna letur byggja í Norðragøtu.
Hon nevndi týdningin av at vera neyv í visitatiónini, tá ið fólk verða tikin inni og vísti á, at stovnurin á Mýrunum er ætlaður teimum dementu, sum kunnu ganga, sum hon tók til.
- Eg ynski tykkum hjartaliga tillukku við nýggja stovninum, sum vónandi verður til stóra gleði.
Tordur J. Niclasen, leiðari á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, helt fyri, at hetta er ein søguligur dagur í Runavíkar kommunu og fyri alt landið.
- Vit hava stórliga brúk fyri hesum, og tað gleðir meg, at Runavíkar kommuna tordi at ganga á odda.
Hann vísti á, at Røktar-og Ellisheimið er nærmasti granni og segði seg vóna, at fruktargott samstarv kann spyrjast burtur úr hjá hesum báðum stovnunum.
- Tað er dygdargott fólk, sum her koma at starvast, og ei undur í, má eg siga, at tey flestu eru komin av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, segði hann við einum smíli.
Eftir røður, sang og floytuspæl, var høvið hjá fólki at síggja snotuliga Heimið á Mýrunum.