Jazz. G!. Summar
Seinnu árini hava tónleikafestivalar í Føroyum veruliga fingið bein at ganga á. Nú vilja tey menningartarnu eisini sleppa upp í part. Vikuskiftið 21. -22. august skipar tónleikartiltakið Teitis saman við Fimleikafelagnum Ljósinum fyri familjufestivali, har tey menningartarnaðu og teirra mentan eru í miðdeplinum.
Teitis Festivalurin verður heitið á nýggja familjufestivalinum hjá teimum menningartarnaðu.
Tónleikur í hásæti
Á Teitis Festivalinum fara tey menningartarnaðu millum annað at sýna sínar tónleikagávur. Millum bólkarnar, ið fara at framføra, eru M´s Blues Band og Ælabogin. Úr Íslandi og Danmark koma ávíkavíst Blikandi Stjørnur og ØPP( øl, pølser og popcorn) at spæla.
Tey menningartarnaðu fara eisini at skipa fyri listaframsýning á festivalinum, har møguleiki verður fyri síggja málningar, ið tey menningartarnaðu hava gjørt.
Á festivalinum verða eisini Angela og Hannibal, búktalari, karaokepallur og Absalon Áárgarð. Kommunuskúlagarðurin verður karmur um Teitis Festivalin.
Mynd: M´s Blues Band verður millum bólkarnar á nýggja Teitis Festivalinum í august mánað
Mynd: Savnsmynd