Hvønn einasta dag rýma lærdir irakar av landinum. Hildið verður, at einir 800.000 irakar eru rýmdir til Jordan, og at nógvir túsund eru farnir til Sýrialands, Sameindu arabisku emiratini og onnur arabisk lond. Tey, sum hava nóg mikið av pengum, rýma til Bretlands ella til USA.
Tað sigur fyrrverandi ráðharrin Pascalo Warda. Hon greiðir frá, at undir Saddam-stýrinum vóru tað bara limir í stjórnarflokkinum Baath, sum sluppu at fáa sær akademiska útbúgving, og tað ger, at nógv vísindafólk eru illa lýdd í dag, tí tey vóru limir í flokkinum hjá Saddam Hussein. Tí velja tey at rýma av landinum.
Handilsmaðurin Riyadh Tamimi sigur við AP, at tað er næstan einki útbúgvið fólk eftir í Basra har suðuri í landinum, og sjálvur hevur hann gjørt av at fara av landinum. Hann var limur í Baath-flokkinum, og hann og húyski hansara hava fleiri ferðir verið fyri ágangi, síðani stýrið hjá Saddam Hussein fall.
Allir teir góðu verkfrøðingarnir, læknarnir og teir dugnaligu handilsmenninir eru farnir av landinum, sigur Tamimi. Starvsbróður hansara, Ahmed Hammoudi, er longu farin til Sýrialands.
Stjórnin í Bagdad er ov veik, so vit fáa einki gjørt. Hvussu skal eg arbeiða har, tá eingin er at verja meg, spyr Hammoudi, sum ikki dylur fyri, at hann vildi heldur verið í Irak enn í Sýrialandi. Men tað ber ikki til, sigur hann.








