Tey kristnu í Irak verri fyri nú enn undir Saddam

Síðani stýrið hjá Saddam Hussein varð rikið frá, hava tær víðgongdu islamist-isku kreftirnar fingið fótafesti í Irak. Nógv kristin noyðast at flýggja

Umleið trý prosent av irakska fólkinum eru kristin. Undir stýrinum hjá Saddam Hussein vórðu tey ikki mett at vera nøkur hóttan, og tey fingu yvirhøvur frið. Fleiri teirra høvdu eisini leiðandi størv. Eitt nú var Tariq Aziz, varaforsætisráðharri og uttanríkisráð-harri í mong ár, kristin.
Men í dag er støðan broytt. Mong kristin noyðast at flýggja frá húsi og heimi, tí síðani stýrið hjá Saddam varð rikið frá, hava tær víðgongdu islamistisku kreftirnar fingið fótafesti í Irak.
Eitt nú verða nógvar kvinnur noyddar at ganga við turriklæði á høvdinum, harfríðkanarstovur verða noyddar at lata aftur, og handlar, sum fyrr sluppu at selja rúsdrekka, verða bumbaðir, lata teir ikki aftur við góðum. Kristnar kvinnur, sum fyrr kundu ganga ekkaleysar í gøtun-um uttan at hava nakað á høvdinum, verða spiltar út og slignar. Kristnar gentur sleppa ikki í skúla, og tær sleppa heldur ikki at spæla við onnur børn.
Tað hevur havt við sær, at nógv kristin hava valt at rýma úr Irak, skrivar norski tíðindamaðurin John Hultgren. Hann hevur vitjað fleiri kristin húski, sum eru flýdd til Damaskus í Sýrialandi, og tey siga, at ímillum 700 og 1000 kristin húski eru komin hagar úr Irak.
? Tað, sum teir víðgongdu islamistarnir í Irak gera, líkist tí, sum var undir Taliban-stýrinum í Afghanistan, sigur ein av teimum flýddu monnunum. Hann og húski hansara hava nú søkt um innaferðarloyvi til Avstralia.