Tey komu aftur

Vinnulívsfólk og politikkarar úr Hanstholm, sum vitjaðu í Føroyum í november í fjør, eru við á fiskivinnumessuni í Runavík. Teirra millum er borgarstjórin

 

Samskifti

Millum framsýnararnar á fiskivinnumessuni í Runavík eru vinnulívsfólk og politikkarar úr Hanstholm í Danmark. Ein teirra, sum er við, er borgarstjórin Aase Jensen, sum eisini var í Føroyum og vitjaði í november mánaða í fjør.

Aase Jensen sigur, at vitjanin seinasta heyst gav so mikið góð sambond til Føroya, at tey ivaðust ikki í at koma aftur til stevnuna, sum nú verður hildin í Runavík.

? Nú hevði Hanstholm væl av sambandi við føroyingar frammanundan, sigur borgarstjórin, men vitjanin seinast gjørdi tað bara upp aftur betri.

Sum dømi nevnir hon, at onkur beinleiðis handilsavtala varð gjørd á teirri ferðini. Til dømis varð avtalað gjørd millum prentsmiðju í Hanstholm og okkurt føroyskt lýsingarblað um prenting í Hanstholm.

Sjálvandi er tað á fiskivinnuøkinum, mesta sambandið millum Hanstholm og føroyingar hevur verið. Men so sanniliga eisini á ferðavinnuøkinum, har Norrøna er berandi kraftin.

Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm, sigur, at Hanstholm Kommuna arbeiðir í løtuni við útbygging av havnini í Hanstholm, soleiðis at tey millum annað eru til reiðar at taka í móti nýggju Norrønu, tá hon kemur. Borgarstjórin sigur, at tey síggja stórar møguleikar í nýggja skipinum.

Í Hansthom leggja tey stóran dent á at vera tann sonevnda Atlantiska Grindin ella West Link, sum tey nevna tað.

Har er samband úr Noreg, Englandi og Føroyum beinleiðis inn á europeiska meginlandið.

Møguleikarnir at koma úr Hanstholm, sum er ein av teimum stóru fiskivinnuhavnunum í Europa, víðari inn á europeiska marknaðin, eru góðir, sigur Aase Jensen.

Hanstholm marknaðarførir vanliga seg sjálvan sum býin við teirri góðu tænastuni, og tí fara tey at halda fram við. Tey ætla eisini at betra tænastuna í tann mun, tað er gjørligt, sigur borgarstórin. Mottoið er full tænasta 24 tímar um samdøgurðið, sjey dagar um vikuna. Tað er nakað, sum kundarnir skilja og virða, sigur hon.

Donsku havnirnar hava verið almennar fram til nýggjárs. Tá kom nýggj lóggáva, sum ger havnirnar kommunalar, og tað gevur eisini nýggjar avbjóðingar.

Men hesum avbjóðingum hevur Hanstholm lagt upp fyri, og tey ætla avgjørt framvegis at vera millum størstu fiskivinnuhavnir í Europa.

Aase Jensen, borgarstjóri, sigur, at hon er greið yvir, at ikki allar donsku havnirnar fara at klára at yvirliva eftir nýggju lóggávuni.

? Men Hanstholm fer. Ikki bara at yvirliva, men eisini at vaksa, sigur hon avgjørd.

Hetta bjartskygnið byggir hon á teir góðu møguleikarnar fyri útbygging, sum eru í Hanstolm. Nógv pláss er til at byggja á, og útreiðslurnar eru lutvíst lágar í Hanstholm í mun til nógva aðrastðani.

? Bara eitt ting sum vatn, sigur borgarstjórin, er mkilum tær vørurnar, sum Hanstholm hevur millum tær bíligastu í Danmark.

Jú, Aase Jensen, borgarstjóri í Hanstholm er sannførd um, at tað loysir seg væl hjá Hanstholm at hava gott samband við føroyingar. Og tað, heldur hon, er eisini galdandi hinvegin.