Tey ivast ikki í at bummgjøldini verða avtikin

Men tey ásanna eisini, at tey fáa eingi lyfti um tað frá landsins hægstu politikarum

Bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum verða avtikin. Tað ivast Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, eftir fund við Bárð á Steig Niclasen, løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Í fyrradagin vóru teir báðir í Klaksvík, har teir hildu fund við politisku feløgini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Norðoyggjum og í Vágum. Tað var bara eitt mál á skránni fyri fundin og tað var at fáa bummgjøldini avtikin.

Og Símun Gullaksen er væl nøgdur við fundin, tí hann ivast ikki í, at bummgjøldini verða avtikin. Men samstundis ásannar hann eisini, at tey fingu ikki nøkur beinleiðis lyfti um, nær tað verður. Vit fingu lyfti um, at tey verða avtikin »skjótast gjørligt«, sum tað varð sagt, og tað er ein orðing, hann er nøgdur við.

Hann er nevniliga sannførdur um, at »skjótast gjørligt« merkir, at bummgjøldini verða avtikin í hesum samgonguskeiðnum.

Hann vísir eisini til, at tá ið tunlarnar vórðu samtyktir, var tað vanliga fatanin, at tá ið teir vóru goldnir, skuldu bummgjøldini takast av og raksturin skuldi leggjast á fíggjarlógina.

Tá ið Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður, staðfesti hann, at hetta merkir, at bæði lánini, og innskotið hjá landskassanum, skuldi rindast aftur. Lánini eru goldin aftur, men tað er innskotið hjá landskassanum, ikki.

Símun Gullaksen sigur, at tað er heilt burtur við, at innskotið til landskassan skal rindast aftir, tí tað hevði verið eindømi í Føroya søgu.

Hann sigur at tað er eisini greitt, at tá ið lánini í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum eru goldin, verður raksturin lagdur á fíggjarlógina. Tað eru skipanir, sum eru samhaldsfastar, tí so rinda vit øll og tað eiga øll at kunna taka undir við, sigur hann.

Hinvegin varð tað staðfest í Løgtinginum so seint sum í farnu viku, at tað er stór ósemja í flokkunum um bummgjøldini, bæði flokkunum í andstøðu og flokkunum í samgongu.

Tað eru fleiri markantir politikarar í samgonguni, sum halda, at tað er burturvið at tosa um at avtaka bummgjøldini tí annars er eingin vón fyri at seta tær útbyggingingar í verk, sum liggja í kortunum. Tí skal ein heildarætlan leggjast og Jørgen Niclasen hevur ferð eftir ferð víst á, at tað skal samgongan gera.  

Símun Gullaksen heldur, at ein heildarætlan er eitt heilt annað mál. Hetta snýr seg um, at nøkur fá skulu rinda brúkaragjøld fyri at koyra ígjøgnum tunlar, og onnur skulu ikki.

Hann vil heldur ikki samanbera hetta við, at fólk rinda fyri at ferðast við Strandferðsluni. Hann sigur, at tað er hvør sítt at brúka vegirnir á Landi og ferðast við skipi, og sum støðan er í dag, verður mismunur gjørdur, tí summi rinda fyri at koyra og onnur ikki.