SJÒNLEIKUR
20 børn úr Dramaverkstaðnum í Havn spæla hesa vikuna ein sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Leikurin við heitinum Valhøll er um tær væl kendu persónarnar í Norrønu gudalæruni. Tað er leiðari fyri Dramaverkstaðið, Hjørdis Johansen, sum sjálv hevur skrivað leikin.
Leikararnir eru millum 12 og 16 ára gamlir. Og teimum dámar at standa á palli og spæla sjónleik.
Onkur teirra hevur gingið á verkstaðnum í næstan seks ár, og onnur eru á fyrsta sinni á palli, eftir at hava gingið á Dramaverkstaðnum í vetur.
Hjørdis Johansen sigur, at áhugin er stórur millum børn og ung at spæla sjónleik.
?Eg havi verið noydd til at siga nei til nógv. Hesi, sum spæla í sjónleikarhúsinum, eru bert ein partur av teimum, ið ganga á verkstaðnum, sigur Hjørdis Johansen, sum hevur ein langan bíðilista við fólki, sum vilja sleppa at spæla sjóleinleik.
Eisini eldri fólk ganga til undirvísing í Dramaverkstaðnum ? frá átjan ára til hálvtrýss.
Vant verður vanliga einaferð um vikuna nakrar tímar. Roynt verður at framføra fyri fólki einaferð um árið, men hetta er ikki tað, sum hevur týdning, sigur Hjørdis.
Heldur leggja tey orku sína í at venja og mennast sum leikara og hava tað stuttligt saman. Vant verður í gamla Orgulverkstaðnum á Hálsi.
Leikurin verður spældur hvønn dag til og við hósdagin, grundlógardag.