Nú er greitt, at Kaggin verður ikki ølklubbur aftur. Í dag gjørdist greitt, at Frelsunarherurin hevur keypt bygningin. Hann skal hereftir brúkast sum Herbergi. - Vit hava leingi leitað eftir betri umstøðum til arbeiðið út frá Herberginum. Nú hava vit umsíðir funnið tað rætta, sigur Sámal Jákup Joensen, majorur í Frelsunarherinum.
Bygningurin hjá Kagganum hevur staðið til sølu í fleiri mánaðir, og er nú seldur til Frelsunarherin fyri 3,7 mió krónur.
- Hetta er sjálvandi nógvur peningur, sum vit í Føroyum ikki á nakran hátt høvdu kunnað megnað einsamøll.
- Men av tí at vit eru partur av arbeiðinum í Noregi og Íslandi ber hetta til. Vit gleða okkum í øllum førum at kunna taka bygningin í nýtslu, sigur Sámal Jákup Joensen.
Hóast tey hava ognað sær bygningin, verður hann ikki tikin alment í nýtslu enn á sinni. Eitt stórt arbeiði skal gerast við at dagføra og umvæla bygningin til broytta endamálið.
Ætlanin er tó at hava eitt einstakt tiltak í bygninginum um stutta tíð. Hetta verður ein sangcafé, har tey fara at skeinkja kaffi og aðrar slíkar drykkir við tann gamla bardiskin.
Ætlanin er síðani at umskapa bygningin til arbeiðið, soleiðis at hann hereftir kann virka sum herbergi og, sum Sámal Jákup tekur til: - Eitt døgntilhald við sera lágari gátt!
Eftir sangcafé?ina verður húsið latið aftur, meðan umbyggingarnar fara fram.
- Stórur tørvur er á bygningum, og tí vóna vit, at vit kunnu lata upp aftur sum skjótast, sigur hann.










