Tey heimleysu fara ikki í summarfrí

    

Annlis Bjarkhamar
????????????????
Summarið er í nánd og Løgtingið fer um nakrar fáar dagar í summarfrí. Eitt av teimum seinastu málunum í hesu tingsetuni var uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004. Bæði viðgerðin og endaliga samtykta fíggjarlógin siga ikki heilt onki, um hvørja leið okkara nývalda Løgting hevur valt.
Tá atkvøðast skuldi við 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini, um at avtaka játtanina til býlið til heimleys, lat Løgtingið ongan iva verða um, at henda játtinin skuldi strikast. 30 - 1 varð úrsliti av atkvøðugreiðsluni. Øll tingfólkini ið stødd vóru í løgtinginum henda dagin, við undantak av Heidi Petersen, atkvøddi fyri.
At 30 løgtingslimir glaðbeintir taka undir við at taka frá teimum sum onki hava, er eitt ræðandi tekin - og ber prógv um, at munurin á politisku flokkunum í Føroyum gerst alsamt minni. Tað tykist sum allir kunnu taka undir við øllum, bert okkurt fæst afturfyri.
Tað er trupult at skilja at flokkar sum Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin leggja ábyrgdina frá sær, tá tað kemur til ein samfelagsbólk sum tey heimleysu. Tí hvør skal verja borg, hjá hesum bólki, um ikki hesir flokkar gera tað?
Tó var ein lítið glotti at hóma í løgtinginum henda dagin undir 2. viðgerð. Nýggja tingkvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum gjørdi øllum til skammar og atkvøddu ímóti at avtaka játtanina. Hon grundgav eisini væl og virðiliga fyri hesum undir 3. viðgerð av fíggjarlógini. Hon helt fast við at Løgtingið ikki kann - og ikki eigur - at leggja ábyrgdina fyri teimum heimleysu frá sær. Men lítið munaði tað, tí játtanin til býlið til heimleys er ikki longur at finna í fíggjarlógini og tey heimleysu kunnu tí onga hjálp vænta sær frá okkara fólkavalda Løgtingið.

Tey sum ongan hava at tala søk sína
Viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum ber prógv um, at hevur tú eina rødd og megnar tú at stríðast fyri tí, tú metir teg hava rætt til - so kann tað væl verða at tað lønar seg. Dag um dag hava fjølmiðlarnar sagt frá um ónøgdina á Fróðskaparsetrinum - og tað lønti seg! Tí setrið fekk at enda ta játtan tað skuldi hava. Tað er teimum eisini væl unt.
Hinvegin kunnu vit siga, at hoyrist rødd tín ikki og megnar tú ikki at stríðast fyri tí, sum tú hevur rætt til - er ongin í politisku skipanini sum ger tað fyri teg. Tað ber viðgerðin av fíggjarlógar-uppskotinum eisini prógv um. So gott sum ongin hevur gjørt vart við tann órætt, sum Løgtingið við øllum flokkum aftan fyri seg, hevur framt móti teimum heimleysu, tá ein av teimum fáu glottunum hesi fólk høvdu, varð køvdur.
Hvat forðar Løgtinginum at taka ábyrgd av hesum økinum og gera tað sum skal til, fyri at fremja frambrot sum betra umstøðurnar hjá teimum heimleysu? Hava politisku flokkaranar ongi hugskot um, hvussu vit loysa trupuleikar sum hesar?
Vit kunnu eisini spyrja, hvat forðar Hans Paula Strøm at taka ábyrgd av økinum og gera tað sum skal til, fyri at loysa trupulleikan? Hans Pauli hevur síðani síni heilt ungu ár, verður talsmaður fyri einum samfelag, har øll hava javnbjóðis rættindi og møguleikar. Hann hevur nú fingið politiskt vald og tað er nú hann skal vísa í verki, at tað er ein vilji handan orðini. Tað kann ikki bera til, at landsstýrismaðurin ongar hugsanir hevur um, hvat hann metir verða rætt at gera í málum sum hesum.
Tað er ógvuliga lítið ið kemur frá politisku flokkunum og landsstýrismanninum, tá tað snýr seg um at loysa grundleggjandi trupulleikar sum hesar. Alt meðan tey heimleysu enn eru heimleys, fáa vit at vita, at nú skal ein arbeiðsbólkur setast at kanna viðurskiftini. Niðurstøðan fær tí ikki verði onnur enn tann, at:
-Ístaðin fyri at taka ábyrgd av teimum heimsleysu, skal nú ein arbeiðsbólkur setast, sum skal siga politisku skipanini um hon hevur ábyrgd ella ikki.
-Ístaðin fyri at lata hugsjónina um eitt samfelag fyri øll verða ráðandi og stríðast fyri at skapa eitt slíkt samfelag, skal ein arbeiðsbólkur setast, sum skal fortelja politisku skipanini, hvat hon skal hugsa, siga og gera.
- Ístaðin fyri at seta sær politisk mál á hesum økinum, skal ein arbeiðsbólkur nú seta málini, sum politiska skipanin so við tíðini kann yvirtaka.
- Ístaðin fyri at spyrja tey heimleysu hvat teimum tørvar, skal ein arbeiðsbólkur greiða politisku skipanini frá hvønn tørv tey heimleysu hava.

Meðan alt hetta skal fara fram, eru tey heimleysu enn heimleys og tað sær ikki út til, at politiska skipanin hevur stórvegis trupulleikar av, at hetta mál framhaldandi verður óloyst.

Øll eru ikki líkasæl
Takk og lov, at ikki øll í samfelagnum hava slíkan hugburð. Løgtingið kundi lært nógv av tí arbeiði ið Frelsunarherurin og onnur gera fyri tey heimleysu. Tey lata ikki bara standa og tey fara ikki ár um ár í summarfrí frá trupuleikunum. Tey taka ábyrgd, tí tey hava hvørki samvitsku ella hjarta til at lata verða.
Tá samvitskan, hjarta og ábyrgdarkenslan ikki longur eiga rúm í teimum politisku avgerðunum sum tiknar verða, kann politikkur skjótt gerast til ein spurning um vald og at hvør sætar sær sjálvum.
Løgtingsmenn gera seg til reiðar at fara í summarfrí. Teir eiga tó at minnist til, at tey heimleysu fara ikki í summarfrí. Tey verða har tey eru, á gøtuni - og har verða tey verandi til politisku flokkarnir nokta at góðtaka, at tað skulu verða menniskju í føroyska samfelagnum, sum onki heim hava.
Ongin politikari á Føroya Løgtingið kann við góðari samvitsku fara í summarfrí, vitandi at tey heimleysu enn eru heimleys og onga bata kunnu hóma.