- Tey hava tikið Madeleine!

Charlotte Pennington ansaði børnum á hotellinum, haðani Madeleine McCann hvarv, og hon var millum tey fyrstu, sum fekk at vita, hvat var hent

Tann 20 ára gamla Charlotte Pennington hevur verið tigandi higartil, men nú hevur blaðið Daily Mail fingið orð á hana um tað, sum hendi í Portugal tann vanlukkudagin fyrst í mai.

 

-Tá vit komu út, sóu vit Kate, sum rópti "Tey hava tikið hana, tey hava tikið hana!" Eg stóð beint framman fyri hana stutt frá hurðini á íbúð teirra. Eg stóð tætt hjá henni. Eg veit ikki, um hon segði nakað annað fyrst, men eg hoyrdi hana í hvussu er siga orðini "Tey hava tikið hana", og hon endurtók navnið á Madeleine fleiri ferðir, sigur Charlotte Pennington við Daily Mail.

 

Hon er sannførd um, at hvørki Kate ella Gerry McCann hava beint fyri Madeleine, men hon hevur eitt sindur ilt við at greiða frá, hvussu Kate kundi vita beinanvegin, at onkur hevði tikið Madeleine. Júst hendan spurningin hevur portugisiska løgreglan lagt stóran dent á, skrivar Daily Mail. Sambært blaðnum hava tey avvarandi hjá Kate seinni sagt, at hon brúkti ikki orðini "Tey hava tikið hana", men heldur "Madeleine er ikki her". Sambært Charlotte Pannington segði hon bæði, men hon dugir ikki at siga, hví Kate var so skjót at siga, at onkur hevði tikið Madeleine.

 

-Eg veit ikki. Kanska hevði hon varnast tann dagin, at onkur hevði eygleitt Madeleine, og tí hugsaði hon, at viðkomandi hevði tikið hana.

 

 

Vóru hjá børnunum

 

Charlotte Pennington sigur, at Kate McCann skalv og sat púra kúrr, tá tað varð greitt, at Madeleine var horvin. Tað hevur hon eisini sagt portugisisku løgregluni, og hon hevur eisini avsannað tíðindini um, at Kate og Gerry McCann lótu genturnar vera einsamallar í íbúðini í seks tímar tann dagin í mai.

 

-Eg hjálpti teimum at geva børnunum døgurða tann dagin. Tvíburðarnir vóru har, Madeleine var har, og foreldrini vóru har. Ætlanin var, at tey skuldu verða liðug klokkan hálvgum seks, men tey prátaðu nógv og góvu sær góðar stundir, so klokkan bleiv seks, áðrenn tey vóru liðug, sigur tann 20 ára gamla barnagentan, sum sambært Daily Mail er eitt av høvuðsvitnunum á Madeleine-málinum.