Tey hava strítt seg á føtur aftur

Fyri 10 árum síðani gjørdi fólk gjøldur burtur úr teimum, tá tey seldu jólatrø á gøtuni í Havn. Nú hava tey strítt seg á føtur aftur, og í morgin lata Idé Møblar upp í nýggjum og stórum handilsbygningi á Hálsi í Havn

Hvussu kann tað bera til?

Tað tykist verða ein vanligur spurningur, tá fólk frætta tíðindini um, at í morgin lata Idé Møblar upp í nýbygdum og stásiligum handilsbygningi á Hálsi í Havn.

Í 1990 fóru Idé Møblar á húsagang við stórum braki, bara tvey ár eftir at fyritøkan flutti inn í risastór handilshøli, sum vóru bygd fyri 40 milliónir krónur.

Fólkini aftan fyri Idé Møblar - nú sum tá - eru hjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen.

Teirra fyritøka fór á heysin fyri 10 árum síðani, men eins og fuglurin Føniks reis úr øskuni, hava tey klára at fóta sær aftur, og nú bjóða tey viðskiftafólkum sínum inn í nýggjan bygning upp á góðar 4000 fermetrar, har alskyns innbúgv fæst til keyps.

Birgir minnist enn, hvussu fólk gjørdu gjøldur burtur úr honum, eftir at Idé Møblar fóru á húsagang í oktober mánaði í 1990, men hann gavst ikki á hondum.

Síðani hevur hann stillisliga arbeitt seg upp aftur, og tá hann leygarmorgunin kann lata hurðarnar upp á víðan vegg í nýggju handilshølunum, er tað samstundis ein stórsigur hjá familjuni og fyritøkuni.


Fekk ókeypis kovboybuskir

Søgan um møblasøluhjúnini Birgir og Elsebeth Andreasen byrjar fyri 22 árum síðani.

Tá fekk Elsebeth hugskotið til at fara undir at selja møblar. Birgir hevði tá matvøruhandil, sum hann síðani gavst við.

Síðani byrjanina hava tey samstarvað við Idé Møblar í Danmark, og tað gera tey framvegis.

Í 1979 leigaðu tey seg inn í høli í Havnini, og næstu árini gekk tað støðugt fram á hjá fyritøkuni. Í 1983 bygdu Idé Møblar síni egnu høli á Hálsi, men eisini teir 2200 fermetrarnir gjørdust eftir nøkur ár ov fáir.

Í 1988 varð nógv gjørt burtur úr, tá nýggi risastóri handilsbygningurin upp á fleiri enn 7000 fermetrar stóð klárur at hýsa Idé Møblum. Bygningurin var ein av teimum heilt stóru handilsbygningunum í landinum, og fyrstu tíðina gekk væl.

- Men so fór kreppan at gera um seg, og eftir stuttari tíð mistu vit okkurt um helmingin av umsetninginum. Tað tók beinini undan fyritøkuni, og í 1990 fóru vit á húsagang, greiðir Birgir frá.

- Tað var ómetaliga svárt, tí vit mistu alt, sum vit høvdu stríðst fyri øll árini. Eg kann samanlíkna tað við sorgina, tá tú missir ein, sum stendur tær nær, sigur Elsebeth.

Stóra skrædlið hevði við sær, at nógvar fyritøkur mistu pengar, tá Idé Møblar fóru á heysin.

- Í eini konkursstøðu eru tað altíð nógv, sum missa pengar, men soleiðis var støðan í Føroyum tá. Vit vóru kanska tey fyrstu, sum fóru á húsagang, men næstu árini gjørdist tað púra vanligt, at fyritøkur fóru á heysin, tí kreppan gjørdist so svár.

- Tað, sum vit hava gjørt, síðani vit komu í gongd aftur, hevur verið, at vit hava roynt at keypt frá somu fyritøkum, sum mistu pengar upp á okkum tá í 1990, sigur Birgir.


Fólk flentu

Tað var stórt umskifti hjá hjúnunum at fara av aldukambinum og niður í aldudalin eftir stuttari tíð.

- Eg minnist, at eg stutt eftir húsagangin fór inn til Hans Joensen at keypa mær eina kovboybuksir, tí eg átti ongar slíkar. Eg minnist, at eg fann einar, sum kostaðu 148 krónur, men tá eg skuldi gjalda fyri tær, vildi Hans ikki taka pengar fyri tær, men gav mær tær ókeypis, greiðir Birgir frá.

Keypið av kovboybuksunum sigur søguna um stjóran, sum má í arbeiðsklæðini fyri at fáa alt at hanga saman.

- Eftir at vit høvdu mist fyritøkuna, hugsaðu vit um, hvat vit skuldu finna upp á. Eg hevði ongan hug at uppgeva tankan um at verða sjálvstøðugur og fáa mær eitt arbeiði. Eg haldi ikki, at eg eri egnaður til tað. So vit byrjaðu við at fara at selja jólatrø á jólum í 1990, sigur Birgir.

Tað var ikki minst, tá familjan stóð á gøtuni og seldi jólatrø, at tað gekk upp fyri teimum, at støðan var nógv broytt, síðani tey tvey ár framman undan fluttu inn í stóru handilshølini á Hálsi.

- Tað var ræðuliga hart at byrja aftur av nýggjum. Nógv fólk høvdu hug at gera gjøldur burtur úr okkum, tí vit vóru farin at selja jólatrø, og tað vóru tey, sum veruliga flentu at mær, minnist Birgir.

Men sølan av okkurt um 1000 jólatrøum kom væl við, og tað vóru eisini nógv, sum høvdu samkenslu við familjuni.

- Eldra dóttir okkara stóð og seldi jólatrø, tá ein gomul kona, sum hevði keypt sær eitt træ, spurdi um sølan var fyri okkurt vælgerandi endamál. Dóttirin svaraði, at tað var fyri Birgir Andreasen, og tá svaraði konan, at so skuldi hon hava eitt jólatræ afturat, tí tað var sanniliga til eitt gott endamál, fortelir Birgir.

At summi fólk høvdu hug at gera gjøldur burtur úr familjuni og flenna eftir teimum, heldur Birgir kann hava verið viðvirkandi til, at hann vildi stríða seg aftur á føtur sum handilsmaður.


Mostirin kautioneraði

Longu hálvt ár eftir húsgangin fóru Birgir og Elsebeth aftur í holt við at selja møblar.

- Vit hildu, at tað var tað, sum vit dugdu best. Birgir hugsaði onkuntíð um, at vit skuldu skifta bransju, men vit vóru samd um, at vit kendu best til møblasølu, og tí høvdu vit hug til at fara í gongd aftur við tað, sigur Elsebeth.

Tá Idé Møblar fóru á heysin í 1990 mistu Birgir og Elsebeth alt tað, tey áttu, og nógvar fyritøkur mistu eisini pengar.

- Men Idé Møblar í Danmark skundaðu undir okkum fyri at fara í gongd aftur, og tá mostir mín kautioneraði fyri einum láni til partapening í eini nýggjari fyritøku, fóru vit at hugsa um eina møblahandil. Fossbankin játtaði at fíggja okkum, og hesi bæði viðurskiftini gjørdu, at vit kundu koma í gongd aftur við at selja møblar, greiðir Birgir frá.

Tey leigaðu seg inn í ein bygning hjá Johannes Berg á Hálsi, og frá fyrsta degi gekk væl við søluni.

- Vit stúrdu fyri, at fólk ikki fóru at koma at keypa frá okkum aftur, men tann óttin varð púra ógrundaður, tí fólk tóku væl undir við nýggja handlinum, sigur Birgir.

Men hóast nýggja fyritøkan kom væl frá byrjan, var tað eitt rættiligt slag í andlitið, at Fossbankin mátti lata aftur á heystið 1992.

- Tá ridlaði fyritøkan aftur, tí vit høvdu mist okkara fíggingarstovn, men Føroya Sparikassi tók yvir, og tað gjørdi, at vit kundu halda fram við handlinum, sigur Birgir.


Øðrvísi umstøður hesaferð

Síðani 1991 hava Birgir og Elsebeth vunnið sær pengar av møblasøluni, og tey hava eisini gjørt onkrara skilagóðar íløgur, sum hava havt við sær, at nú nýggi bygningurin er bygdur, hava tey longu goldið helvtina av kostnaðinum.

Í 1995 keyptu tey økið, har nýggi bygningurin stendur, og tað, sum tey goldu fyri økið, hava tey vunnið inn aftur við at leiga tað út til parkeringspláss hjá øðrum fyritøkum á Hálsi.

Tey keyptu eisini fasta ogn, sum tey seinnu seldu aftur við fittum vinningi, og pengarnar frá møblasøluni og íløgunum í føstu ognini hevur gjørt, at tey hava verið før fyri at gjalda helvtina av nýggja bygningum beinanvegin. Hina helvtina av upphædini fíggjar Føroya Sparikassi.

Tey vilja ikki siga, hvussu nógv nýggi bygningurin kostar, og hóast tað er nógv minni enn tann í 1988, so er talan um trivaliga milliónaupphædd.

- At vit hava verið før fyri at gjalda helvtina av kostnaðinum beinanvegin ger, at treytirnar eru heilt øðrvísi hesaferð, enn tá vit bygdu í 1988, og tí stúri eg ikki fyri at koma í somu støðu aftur. Tú kanst ongantíð siga nakað við vissu um búskapin, men í løtuni eru útlitini góð, og tað gevur okkum eisini sjálvandi mót til at flyta inn í nýggja bygingin, sigur Birgir.

- Vit hava eisini góð og loyal stavsfólk, og uttan tey hevði hetta heldur ikki borið til. Tey hava gjørt eitt stórt arbeiði.

Birgir og Elsebeth leggja stóran dent á, at tey eru saman um at reka handilin, og tað hava tey alla tíðina verið.

- Vit hava verið ígjøgnum alt saman - bæði tað góða og tað ringa. Alt gerst nógv lættari, tá tú kanst vera saman um tað. Tað hevði ikki borið til hjá okkum, hvør í sínum lagi at arbeitt so nógv, sum vit gera, men tá vit nú bæði brenna fyri tí sama, so letur tað seg gera, sigur Birgir.

Birgir og Elsebeth eiga tvær døtur. Joan, sum er 19 ára gomul, og Beinta sum er 10 ára gomul. Hon kom í verðina, júst sum Idé fór á heystin í 1990.

- Hon gjørdi truplu støðuna, sum vit vóru komin í, nógv lættari, sigur mamman og smílist.

Og nú royna tey aftur at flyta fyritøkuna í ein stóran og nýmótans handilsbygning.

Familjan og fyritøkan hava sanniliga fótað sær.