– Eg kann lova fyri, at vit hava gjørt alt, vit kunnu fyri at røkka eini semju. Tað gjørdi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greitt fyri Løgtinginum í gjár.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin vildi hava hana at greiða Løgtinginum frá, hví naggatódn kom í samráðingarnar ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið fyri Sjúkrarøktarfrøðingar. Hann helt, at tað átti at elvt til sjálvrannsakan í Fíggjarmálaráðnum, at vit eru endað í einum verkfalli.
Avleiðingin av naggatódnini var, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall mánadagin, og síðani er verkfallið alsamt hert.
Men Kristina Háfoss leggur alla ábyrgdina yvir á sjúkrarøktarfrøðingarnar, tí hon sigur, at teir vildu ikki samráðast.
– Tað er bara tann eini parturin, sum hevur flutt seg í samráðingunum, og tað er Fíggjarmálaráðið, sigur Kristina Háfoss. Hon sigur, at Fìggjarmálaráðið hevur lagt fleiri uppskot fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, men teir hava ikki verið til at vika og teir hava ikki viljað flutt seg tað allarminsta, og tá ber ikki til at finna semju.
Tvørtur ímóti heldur landsstýriskvinnan, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fyrireikað seg rættiliga væl til eitt verkfall, longu frá fyrsta degi.
Hon sigur, at tað, sum annars liggur á borðinum er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir skuldu fáa eina lønarhækking upp á næstan 1500 krónur tilsamans hesi bæði næstu árini. Tað svarar til eina lønarhækking upp á fimm prosent, men tað hava sjúkrarøktarfrøðingarnir víst frá sær.
– Øll vilja sleppa undan einum verkfalli, men viðhvørt eru lønarkrøvini so óvanliga stór, at tað er ómøguligt at finna semju. Og so brúka eitt fakfelag rættin tey hava til at fara í verkfall, og tað er har, vit eru nú.
Kristina Háfoss, sigur at tað, eftir Starvsmannafelagið hevur gjørt nýggjan sáttmála, er karmurin lagdur soleiðis, at tað fer at geva teimum alment løntu eina lønarhækking, sum fer at kosta landskassanum 110 milliónir krónur hesi bæði næstu árini
– Og vit mugu eisini spyrja okkum sjálvi, hvat vit hava ráð til, áðrenn vandi verður fyri kappingarføri, sigur Kristina Háfoss.
Bill Justinussen heldur, at tað er merkisvert, at vit eru endað í einum verkfalli ímeðan Tjóðveldi situr við valdið, tí er tað nakar, sum hevur rópa hart um rættindini hjá fakfeløgunum er tað júst Tjóðveldi.
Men tað er tá ið flokkurin er í andstøðu. So tað undrar hann ikki, at fakfeløgini síggja sær ein møguleika fyri at fáa eina rættiliga lønarhækking, nettupp nú Tjóðveldi situr við valdið, samstundis sum at avlopið á fíggjarlógini er ovurstórt.
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin heldur, at tað er einki løgið í, at fakbólkar flyta seg og ongin kann krevja, at fyri tað um sjúkrarøktarfrøðingar eru endaðir á eini hill einaferð í fyrndini, so skulu teir verða liggjandi á somu hill í allar ævir.
Tí heldur hann, at tað er neyðugt at finna eina skipan, har fakbólkar verða lyftir upp í eitt lønarlag, sum hoyrir nútíðini til, og tað er sjálvsagt, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru ein av hesum fakbólkunum, sum eigur at verða lyftir upp í eitt hægri lønarlag.