Tá tingárið 2022 endaði fríggjadagin boðaði Bjørt Samuelsen, sum fyri seinastu ferð hevði fyri neyðini at kalla seg »løgtingsformaður«, boðaði hon frá, at um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrr enn á ólavsøku.
Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2022 havt 79 fundir, ið hava vart 240 tímar.
100 mál eru løgd fram, umframt 2 frágreiðingar sambært § 51 í Tingskipanini.
1 mál er ikki komin aftur úr nevnd.
Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum.
7 skrivligir fyrispurningar eru settir.
81 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á 3 fundum.
18 ófráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á 3 fundum.
127 § 52a spurningar eru settir higartil.
Fíggjarnevndin hevur havt 37 fundir.
Uttanlandsnevndin 24 fundir.
Vinnunevndin 7 fundir.
Trivnaðarnevndin 8 fundir.
Mentanarnevndin 7fundir.
Rættarnevndin hevur havt 11 fundir.
Tá ið Løgtingið verður sett á ólavsøku kann Bjørt Samuelsen kall seg »løgtingsforkvinna«, tá tá er tingskipanin broytt soleiðis, at kvinnur lógliga kunnu kallast kvinnur í lógum og í málinum, sum verður brúkt á Føroya Løgtingi.