Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, vil ikki hava ákærurnar frá Katrini Joensen sitandi á sær.
- Sersambandið Súkkling og Triathlon hevur fingið svar upp á tey brøv, tey hava sent okkum. At tey ikki eru komin víðari til umsøkjaran, mugu onnur taka ábyrgdina av.
Petur Elias Petersen greiðir frá, at eitt nýtt úrval er sett at taka sær av játtanini til úrvalsítrótt. Hetta úrvali er mannað av fakfólki uttan fyri ÍSF. Petur Elias Petersen sigur, at úrvalið hevur nú verið til verka í ein mánað, og at tær fyrstu umsóknirnar eru avgreiddar.
- Tað hevur tikið tíð, longri enn væntað, men sersambandið fyri súkkling og triathlon hevur alla tíðina verið við í arbeiðinum. ÍSF hevur arbeitt við skipanini síðani hon kom, og vit hava viðgjørt umsóknir allatíðina, og forsetin í sersambandinum hjá hesum ávísa ítróttarmanninum hevur verið við. Tey hava allatíðina vita, hvat vit hava gjørt.
Les eisini ÍSF uppførir seg átaluvert og respektleyst
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Petur Elias Petersen.