Tey halda eg eri ein blondina

Connie Brockie
Luttók í Paradise Hotel í 2009

Hvussu minnist tú aftur á tíðina í Paradise Hotel?

- Eg minnist mest gott aftur á tað. Ein uppliving fyri lívið, bæði við sendingini, nýggjar vinir og at uppliva Mexico. Hevði tó ynskt, at eg fekk longri tíð inni har. So hevði eg nátt at slappa av, og víst hvør eg eri. Men tað var beint undan finaluni, øll vóru stressað, og mínar uppgávur gjørdu, at eg ongantíð kundi njóta tað fult.


Hvat hevur tú fingið burturúr luttøkuni?

- Eg vil ikki siga, at eg havi fingið so nógv burturúr, men eg fekk nakrir nýggjar vinir og eina uppliving, men fyri karrieruna hevði tað einki at siga. Hatta var ein stutt uppliving, sum eg eri glað fyri, men eg vil ikki siga, at tað enn hevur stóra ávirkan á mítt lív. Tó síggi eg viðhvørt hinar luttakararnar aftur, og eg møti nøkrum av teimum nýggju luttakarunum.


Kundi tú fingið meira burturúr?

- Eg haldi, eg fekk nóg mikið burturúr. Eg eri eisini glað fyri, at eg ikki búði í Danmark beint eftir sendingina, tí aftaná tríggjar vikur í Danmark, har vit drukku, blivu kend aftur á gøtuni og líknandi ting, var tað deiligt at koma heim aftur á klettarnar, har eg endiliga slapp at vera Connie Brockie aftur, og ikki Paradise Connie.


Vilt tú viðmæla øðrum at fara við í Paradise Hotel?


- Um ein hevur hug at gera okkurt, so haldi eg avgjørt, at ein skal gera tað. Men tað er týdningarmikið at hugsa um fylgjurnar av eini slíkari sending. Til dømis haldi eg, at tað er strævið, at nógv enn síggja meg sum ein bimbo/blondinu. Tað vísir seg, at hitti eg nýggj fólk, so hava tey ofta eina negativa áskoðan á meg, men eg vóni og vænti, at tey síðani broyta meining, tá ið tey læra meg at kenna. Líknandi støður má eg taka við og royna at hugsa, at mínir vinir síggja meg ikki soleiðis, men vita hvør eg eri og stuðla mær 100 prosent.


Hvussu nógvar stjørnur gevur tú Paradise Hotel?

- 5. Sum hyggjari dámar mær sera væl at fylgja við Paradise Hotel, og eg haldi eisini, at upplivingin var sera stór, men munur er á at síggja tað, og so at vera við í tí. So eg vil siga, at sum hyggjari fær tað 4 út av 5 stjørnum, og upplivingin fær 3 út av 5. Orsøkin er, at eg upplivdi nógvan mótgang, og ikki var við so leingi, og tí at TV3 valdi at vísa meg sum eina tóm blondina í mínum síðsta parti. TV3 gjørdi enntá eina samrøðu við meg, har eg vísti eina aðra mynd av mær, men valdi ikki at vísa tað, og tí varð eg stemplað sum ein tóm blondina.