Tey ógvast við av eini samtykt í Løgtinginum

Tað eru heilt nógv, sum verða sett til viks, sigur Føroya Ungdómsráð

 

Tað er skeivt at skúgva ein stóran part av tí sjálvbodna arbeiðnum, til viks. Tað halda tey í Føroya Ungdómsráð, Fur.

Tey sipa til uppskotið, sum Løgtingið nú hevur samtykt at hækka skattafríu upphæddina, sum tey ið arbeiða sjálvboðið í ítrótti, kunnu fáa, áðrenn tey skulu rinda skatt. Upphæddin hevur verið 30.000 krónur, men nú hækkar hon upp í 50.000 krónur.

Tað taka tey í Fur undir við, men tey ógvast við, at alt annað virksemið enn ítrótturin verður skúgvað til viks. Tey siga, at tað tykist sum um at politiski myndugleikin einki veit um tey sjálvbodnu barna- og ungdómsfeløgini kring Føroyar, sum gera eitt arbeiðið ímillum børn og ung sum er virðismikið fyri samfelagið.

Tey staðfesta, at hetta økir um skeivleikan, tí tað útihýsir ein stóran part av sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðnum í Føroyum.

Í Fur eru 49 feløg við umleið 4.000 børnum og ung í Føroyum, sum eru yngri enn 30 ár. Og í hesum feløgunum verður eisini eitt stórt, sjálvboðið arbeiðið gjørt.

– Virksemið fevnir um sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, norrønan ungdómsfelagsskap, millumlanda barnalegur, skiftisnæmingar og skótar.

Og tey í Fur heita tey á politisku flokkarnar um eisini at viðurkenna tað sjálvboðna arbeiðið hjá barna- og ungdómsfeløgunum, sum eru feløg í FUR á sama hátt sum tey viðurkenna tað sjálvbodna arbeiðið í ítróttinum.