Týski umhvørvisflokkurin Tey Grønu hevur vind í seglunum. Ein nýggj meiningakanning almannakunngjørd í dagsins útgávu av blaðnum Bild ger flokkin til tann størsta í Týsklandi.
Tey grøna fara í mun til ein eldri kanna seks prosentstig fram til 28 prosent.
Ta størstu undirtøkuna til flokkin, tað tíðina kanningarfelagið Kantar hevur gjørt slíkar kanningar fyri Bild.
Konservativi flokkurin hjá Angela Merkel, samveldiskanslara, CDU og CSU fáa 27 prosent. Tað er ein afturgongd upp á tvey prosentstig.
Stuðulin til Javnaðarflokkin (SPD) fellir eisini við tveimum prosentum til 13 prosent. Tað er lægsta undirtøkan hjá SPD síðani august í 2019.
Næsta tjóðartingsval í Týsklandi verður 26. september, og tá Angela Merkel eftir 16 ár gevst sum kanslari, eru flokkarnir við at koyra síni fólk fram.
Tey Grøna útnevndu 40 ára gomlu Annalena Baerbock sum sítt boð upp á ein komandi stjórnarleiðara í Týsklandi.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at flokkar hava sín egna kandidat til starvið.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at flokkurin hevur sítt egna boð upp á ein kanslara.
Baerbock kann gerast fyrsti stjórnarleiðari frá einum sonevndum grønum flokki, sum situr á valdinum í einum av heimsins týdningarmestu londum.
Uppstillingin av Baerbock skal tó góðkennast á floksfundi í juni.
Í konservativa blokkinum verður CDU-formaðurin Armin Laschet boðið upp á ein nýggjan kanslara. Hann var til fyri stuttum í opnum stríði við Markus Søder, sum er leðari í CSU, um starvi, men Søder tók seg aftur, tá Laschet fekk stuðul frá CDU-leiðsluni.
Javnaðarflokkurin hevur leingi havt fíggjarmálaráðharran Olaf Scholz sum sítt boð upp á kanslara.
/ritzau/dpa