? Flóttafólkakreppan í Kolombia er tann ringasta á vestaru jarðarhálvu og tann triðringasta í heiminum næst eftir Kongo og Sudan, sigur varahákommiserurin hjá ST í flóttafólkamálum, Kamel Morjane.
Kreppan er ikki bara eitt innanríkismál í Kolombia, tí nógv fólk eru rýmd til grannalondini, og fleiri royna at flýggja til USA og Evropa. Tí er hetta ein altjóða kreppa, sigur Morjane.
Borgarakríggið í Kolobia hevur vart í mong ár. Skiftandi stjórnir hava ligið í støðugum stríði við vinstrasinnaðar bólkar, og rúsevnishandil er ein avgerandi partur av stríðnum. Men støðan er versnað tey seinastu árini, sigur varahákommiserurin.
Sambært ST eru ímillum tvær og tríggjar milliónir fólk í Kolombia rikin frá húsi og heimi, og umleið 300.000 eru flýdd av landinum. Tey flestu halda kortini til í frumskógarøkinum við landamarkið, og umstøðurnar, sum tey liva undir, eru ræðuligar, men altjóða samfelagið vendir teimum bakið, sigur Kamel Morjane.










