Grønland ?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo
Grønland er í einum nýggjum ráki, og tað fara tey gloymdu børnini at fáa ágóðan av, skrivar Kristeligt Dagblad. Tað er ikki bara tað politiska skiftið og munurin á stevnuskráunum hjá flokkunum, sum gera mun, men eisini eitt ynski frá fólkinum um broytingar og tað komandi skifti frá heimastýri til sjálvstýri, heldur blaðið.
-Tað sæst, at vit hava fingið eitt nýtt rák yvir landið, sigur Kaaliina Skifte, forkvinna í grønlendska námsfrøðingafelagnum PIP, við Kristeligt Dagblad. Hon sigur, at fyri fyrstu ferð í mong ár fer tað almenna Grønland at átaka sær ábrygd av trupulleikunum og at gera nakað við teir, og tað er neyðugt í einum samfelagi, sum er á veg ímóti sjálvstýri, sigur Kaaliina Skifte.
Dorrit Hermann, sum samskipar tað grønlendska virksemið hjá felagsskapinum Red Barnet, væntar eisini, at ynskið hjá grønlendska fólkinum um eina broyting fer at gagna teimum gloymdu børnunum og teimum gloymdu ungu.
-Eftir mínum tykki er valúrslitið eitt tekin um, at grønlendingar vilja hava eina broyting til tað betra, har tað er samfelagið og ikki einstaklingar, sum eru í miðdeplinum. Eg haldi,m at børnini og tey ungu í Grønlandi eiga at gleðast um ta broyting, sum kann koma nú, sigur Dorrit Hermann.
Sum Obama
Stjórin í flogfelagnum Air Greenland, Michael Binzer, vil ikki úttala seg um sjálvt valúrslitið ella tað politiska skiftið í Nuuk, men hann lýsir valúrslitið sum "eina nýggja byrjan" og ber tað saman við rómin í USA, tá Barack Obama vann forsetavalið seinasta heyst.
-Eins og fleiri onnur menningarlond hava vit ovurstórar trupulleikar og ikki minst á tí sosiala økinum, men tað ber ikki til bara at stinga høvdið inn í runnin, eins og mann hevur gjørt í fleiri ár. Nú hava vit fingið ein leiðara við visjónum, og tað er ein góð byrjan, sigur Michael Binzer við Kristeligt Dagblad.
Tað eru tó ikki øll, sum vænta batar beinanvegin, tí ein stórur partur av teimum sosialu trupulleikunum í Grønlandi er mentanarligur arvur og siðaarvur, og slíkt verður ikki broytt í einari handavend.










