Tey gera sítt egna blað

Næamingarnir á Miðlabreytini á Argja skúla eru í ferð við at gera sítt egna blað. Fríggjamorgunin vitjaðu tey í Miðlahúsinum í Vágsbotni

Fríggjamorguin fekk Sosialurin vitjan av Miðlabreytini í Argja skúla. Hetta eru næmingar í 10. flokki, sum hava valt seg á Miðla- og vinnulívsbreytina at nema sær meira kunnleika um miðlar og vinnulív.
Á Sosialinum fingu tey eitt sindur at vita um, hvussu ein útgáva av Sosialinum verður til, og tey settu nógvar viðkomandi spurningar um, hvussu tað at starvast sum miðlafólk í Føroyum.
Tey eru í løtuni í ferð við at gera eitt blað  og tey vóru tí fegin at fregast, hvussa tað er at arbeiða við einum evstamarki hvønn dag. Tey hava deadline, sum tað eitur á fakmálinum, 3. oktober, meðan fólkini á Sosialinum tá høvdu einar tveri til tríggjar tímar eftir at fylla tilfar í allan leygardagssosialin.
- Við hesum blaðnum sleppa tey at royna, hvussu tað er at gera eitt blað. Tey mugu seta sær spurningar so sum, hvønn tey skriva til, hvør móttakarin er og finna út av, hvussu tey skulu skriva blaðið, um hesin ella hasin málbólkurin skal lesa blaðið, sigur Bjørg Akraberg Poulsen, sum er lærari á Miðlabreytini á Argja skúla.
Á miðlabreytini verða næmingarnir kunnaðir við ymsuu miðlarnar.
- Vit viðgera bløð, lýsingar, heimasíður, film, video og mangt annað, sigur Bjørg Akraberg Poulsen.
Næmingarnir í Miðlabreytini á Argja skúla koma úr øllum framhaldsdeildunum í Havn. Tey eru 12 í tali  kanska fara vit at síggja okkurt til blaðið hjá teimum í Sosialinum í komandi mánaði?