Tey gera eitt fantastiskt arbeiði

- Kritikkurin av Visit Faroe Island byggir helst á vantandi vitan, heldur Eyðun Berg, stjóri í Nax.

 

 

- At kritisera Visit Faroe Island í samdand við orðaskifti um ”massaturismu”  og gongd í haga, er eftir mínum tykki fulkomiliga misskilt. Tað er at blanda súrepli og bananir saman. Ein av høvuðsuppgávunum hjá VFI (Visit Faroe Island) er at seta Føroyar á heimskortið og fasthalda Føroyum á heimskortinum. Tað hava tey gjørt væl. Í myndatalu er VFI at rokna sum ein søludeild í einum virki, og søla kann ongantíð steðga upp.

Tað heldur Eyðun Berg, stjóri í Nax, sum fæst við at bjóða út nógv ymisk ferðavinnutilboð kring um í Føroyum. Hann heldur, at tað, at VFI so eisini átekur sær aðrar uppgávur um skipan av ferðavinnuni, er bara gott, tí tey kunnu ávirka politikararar sum ein sterkur miðil.

- Vit duga alt ov illa at síggja tað, sum vit eru góð til og virðismeta tað í orðaskiftinum. VFI, sum er ein sera lítil stovnur í heimshøpi, hevur við dugnaligum starvsfólkum og fáum miðlum prógvað, at tey kunnu seta Føroyar á heimskortið, har tey enntá hava vunnið fleiri virðislønir. Hetta eri eg sum føroyingur sera errin av.

Eyðun Berg vísir á, at fyri ikki so langari tíð síðan var støðan, at Føroyar leitaðu eftir ferðafólki. Nú eru tey so her - og so er tað galið. - Hetta vil sjálvandi geva okkum avbjóðingar, tá støðan broytist, men vit hava ikki dugað nóg væl at staðið saman um at finna loysnir.

- Tað tykist, sum at VFI er blivin ein boksibóltur. Veitst tú ikki, hvønn tú skalt skelda út - so er bara at venda sær ímóti Visit Faroe Island. Nei, lat okkum heldur standa saman um Visit Faroe Island.

Eyðun Berg sigur, at trupuleikin heldur er, at ein skipan av okkara ferðavinnuni verður ikki sett í verk. Størsti trupuleikin er at fáa semju um, hvussu ferðavinnan skal skipast. Eftir hansara tykki hevur tað stóran týdning at fáa trygdar- og verndarfyriskipanir at virka.

- Av hesi støðu, soleiðis sum tað er í dag, er bara ein tapari, og tað er náttúran, sigur hann.

Stjórin í Nax vísir á, at fleiri av røktarunum og eigarunum vilja hava møguleika at uppkrevja skatt fyri tað sparsama lendið, vit hava í Føroyum at skipa ferðavinnu. Tað er væl skilligt og legalt, at hesi ynskja avkast av ferðavinnuni.

- Men, hetta eigur bara at verða tengt at einari veiting.

##med2##

Eyðun Berg vísir á, at tað eru tveir leirar í ósemjuni um ferðavinnu - tey, sum ynskja atgongd til náttúruna uttan brúkaragjald og so tey, sum vilja uppkrevja avgjald.

- Fleiri fyritøkur eiga eftir mínum tykki at hava møguleika at fyriskipa ferðavinnu í føroysku náttúruni. Men, tá vit hava hesa ósemju, er eftir mínum tykki óheppið, at veitarar innan ferðavinnu í Føroyum ganga undan í at halda lív í ósemjuni. Men, tað skal jú vera frítt, hvussu hvør einstakur veitari vil fáa sum mest burtur úr síni fyritøku.

Stjórin í Nax vísir á, at alt snýr seg um vernd av okkara dýrbaru náttúru. Hildið hevur verið, at ferðavinnan verður skipað við at uppkrevja gjald, men tað heldur hann er ein misskiljing.

- Vernd av náttúruni verður bara, um fólk aktivit eru við á túrum og hava skil fyri at ganga, har møguligt er. Eftir mínum tykki er neyðugt á ávísum økjum at seta bann fyri - ella avmarka - tal av gongd.

Eyðun Berg sigur, at Nax hevur arbeitt væl skipað við ferðavinnu í føroysku náttúruni í tíggju ár - og uttan árin á náttúruna. Sum aðalmál arbeiðir fyritøkan burðardygt og brúkar lokalar veitingar, og Nax hevur gott samstarv við nógvar bóndur.

- Vónandi tekur politiski mynduleikin skjótt avgerð í hesum máli, leggur stjórin í Nax aftrat.

##med3##