Millum jól og nýggjár kunnu tey fyrstu í danska ríkinum kanska verða koppsett ímóti covid-19.
Tað sigur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke nú seinnaparitn við TV2.
Føroyar og Grønland verða partur í hesi avgerð, tí koppingarevnið kemur umvegis Danmark eisini til Føroya og Grønlands.
Fyrr er fráboðað, at fyrstu skamtirnir til danska ríkið ikki koma fyrr enn fyrst í 2021 ella eitt sindur fyrr.
Fráboðanin í dag kemur, eftir at Evropiska Heilugávsumboðið (EMA) hevur boðað frá, at støða verður til til koppsetingarevnið hjá Pfizer og BioNTechs á eykafundi 21. desember.
Áður vóru boðini, at støða skuldi takast 29. desember.
– Vónandi kann koppingarevnið takast í nýtslu í Danmark í ár – tað vil siga í nøkrum av halgidøgum á jólum, sigur Heunicke við TV2.
Fundurin er fluttur fram, eftir EMA hevur fingið meira tilfar frá feløgunum handan koppingarevnið.
Tá støða er tikin í EMA høpi, um tað kann viðmælast, at koppingarevni verður góðkent treytað, skal tað eisini samtykkjast í ES-nevndini.
Tað verður tó roknað við,a t tað verður gjørt skjótast, so tað – um tað verður góðkent – kann takast í nýtslu í limalondunum innan fáar dagar.
/ritzau/