Í november mánaði verða tær fyrstu 12 íbúðirnar lidnar í blokkunum, sum verða bygdir undir Gráasteini í Havn Byggimálið undir Gráasteini er stórt. Bygdir verða tilsamans átta blokkar við 96 íbúðum, og umleið 300 fólk fara at búgva undir Gráasteini, tá alt er liðugt.
Blokkarnir undir Gráasteini eru í fimm hæddum. Á aðru, triðju, fjórðu og fimtu hædd eru íbúðir í trimum ymiskum støddum, 89, 105 og 108 fermetrar.
Mads Andreas Hansen, sum stendur fyri byggingini, sigur, at tær fyrstu tólv íbúðirnar verða lidnar um eina til tvær vikur. Gongst sum ætlað, verða teir seinastu blokkarnir lidnir um eitt ár.
Føroya Banki fíggjar byggingina, og Trygd tryggjar verkætlanina, sum byrjaði á sumri í 2006, tá økið varð grivið út og planerað.










