Nú er greitt at spæla tvey tey fyrstu umførini í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá mansliðunum í fótbólti.
Lutakastið var mánakvøldið, og drigið var til bæði fyrsta umfar og annað umfar.
Í fyrsta umfari verða bert fýra dystir, og her vóru tvær lokalar uppgerðir drignar upp úr glasinum. TB skal spæla ímóti Royn, og SÍ skal royna seg ímóti MB.
Vinnararnir av teimum fýra dystunum í fyrsta umfari fara víðari til annað umfar, har øll hini feløgini eisini koma upp í kappingina.
Tey fremstu fingu heimavøll
Hóast møguleiki var fyri, at tey fremstu liðini í Formuladeildini í fjør skuldu spæla ímóti hvørjum øðrum longu í øðrum umfari, so sluppu hesi feløgini undan hvørjum øðrum.
Meistararnir í B36 skulu spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum TB og Royn, og HB dróg Sumba/VB á heimavølli. Skála skal somuleiðis hava heimavøll, og tað verður ímóti einum 1. deildarliði antin FS Vágar 2004 ella AB.
EB/Streymur fekk somuleiðis heimavøll ímóti 1. deildarliði, B71, meðan NSÍ á útivølli skal spæla ímóti antin MB ella SÍ.
Tveir dystir við fremstu liðunum
Bert í tveimum førum skulu lið í Formuladeildini spæla ímóti hvørjum øðrum í 2. umfari í steypakappingini.
HB fær vitjan av Sumba/VB, meðan uppflytararnir úr B68 fáa vitjan av ÍF.
ÍF var í finaluni í kappingini í fjør, har liðið tapti ímóti GÍ. Steypavinnararnir í fjør drógu í 2. umfari LÍF á heimavølli.
Fyrsta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið verður 18. mars, og annað umfar verður 25. mars. Síðani verður drigið um fjórðingsfinalurnar í kappingini, og tær verða spældar Kristi Himmalferðardag 25. mai. Hálvfinalurnar verða spælda 5. og 23. juli, og finalan verður á ólavsøku tann 29. juli.
Myndatekstur:
Steypavinnararnir í fjør skulu spæla lokaluppgerð í steypakappingini. GÍ dróg LÍF á heimavølli í øðrum umfari av kappingini um Løgmansteypið. Mynd: Álvur Haraldsen
- - -
Kappingin um Løgmanssteypið
1. umfar, 18. mars
TB-Royn
Fram-NÍF
FS Vágar 2004-AB
SÍ-MB
2. umfar 25. mars
HB-Sumba/VB
GÍ-LÍF
EB/Streymur-B71
B36-TB ella Royn
KÍ-Fram ella NÍF
SÍ ella MB-NSÍ
Skála-FSV04 ella AB
B68-ÍF
Spældur verður ein dystur, og vinnarin fer víðari í kappingini.
Drigið verður aftur 27. mars.