Liverpool: Mario Balotelli megnaði einum sjálvsomum máli at stjala yvirskriftirnar í 5-1 sigrinum hjá Manchester City móti Norwich. Við støðuni 3-1 til heimaliðið, var italiumaðurin spældur leysur.
Bólturin rakti málverjan og fór beint upp í loft. Tá bólturin kom niður, valdi Mario Balotelli at nýta økslina til at skumpa bóltin um málstrikuna.
Manchester City skal komandi tríggjar dystirnar spæla móti Bayern München í Champions League og Chelsea og Arsenal í Premier League.
Dagsins maður
Manchester United vann 1-0 á Aston Villa á Villa Park. 19 ára gamli Phil Jones skoraði einsamalla málið, eftir at Nani hevði lagt bóltin innfyri. Manchester United hevur nú vunnið fýra av teimum seinastu fimm dystinum 1-0. Fimti dysturin endaði 1-1. Manchester United hevur ikki skorað meir enn eitt mál í einum Premier League-dysti síðani 1. oktober, tá liðið vann 2-0 á Norwich.
Tað kom illa við hjá Alex Ferguson, at Javier Hernandez mátti berast av vøllinum longu eftir sjey minuttir. Í ringasta føri spælir framherjin úr Mexiko ikki aftur fyrr enn eftir nýggjár.
Alex Ferguson og hansara menn skulu hava stig í seinasta dystinum í Champions League-bólkaspælinum móti FC Basel á útivølli mikukvøldið, um teir skulu víðari.
Ivadømingar
Bæði Tottenham og Chelsea vunnu sínar dystir, men í báðum dystinum kom til sjóndar, at dómarar ikki altíð megna at fylgja somu linju. Dysturin í Newcastle var bara nakrar fáar minuttir gamal, tá Newcastle-framherjin, Demba Ba, var feldur stutt uttan fyri brotsteigarmarkið. Demba Ba var púra leysur móti málinum, men dómarin valdi onkurvegna at geva Chelsea-verjuleikaranum, David Luiz, gula kortið í staðin fyri reyða.
Í London var dystur millum Tottenham og Bolton. Á miðjum vølli heilt úti í høgrusíðu var Bolton miðverjin, Gary Cahill, óansin og misti bóltin til Tottenham-leikara, sum streyk avstað. Gary Cahill strekti beinið út og fellur Scott Parker. Hóast hendingin var minst hálvthundrað metrar frá málinum, so tók dómarin reyða kortið úr lummanum. Tað skuldi verið umvent, reytt kort til David Luiz og gult til Gary Cahill. Tað vóru venjararnir hjá Newcastle og Bolton, Alan Pardew og Owen Coyle, eisini skjótir at vísa á eftir dystirnar, sum Chelsea og Tottenham bæði vunnu 3-0.
Arsenal nærkast
Menninir hjá Arsene Wenger eru teir einastu úr Bretlandi, sum longu hava tryggjað sær víðari luttøku í Champions League-kappingini. Arsenal hevur eisini vunnið seks av teimum seinastu sjey dystinum í Premier League og klintrar upp eftir stigatalvuni.
Um vikuskiftið vunnu teir 4-0 á útivølli móti Wigan, sum siglir í tungum sjógvi. Tað er einki óvanligt í, at Robin van Persie skorar, men málið til 2-0, sum Thomas Vermaelen stútaði í kassan, var nú heldur sjálvsamt. Ikki tí, hann hevur fyrr skorað við høvdinum, so seint sum í seinastu viku. Men talan var um fyrsta málið, ið Arsenal í 179 royndum hevur skorað eftir hornaspark.
Yakubu og »buh«
Lagið er einki serligt í Blackburn – heldur ikki, tá liðið vinnur. Viðhaldsfólkini eru í øðini og vilja hava venjaran, Steve Kean, frá sum skjótast. »Kean Out« rópa tey, heldur enn at stuðla felagnum meðan dysturin er, men hesa ferð hendi nakað, sum nokk ongantíð er hent fyrr.
Tá Yakubu legði Blackburn á odda í dystinum móti Swansea, rann hann yvir til venjaran fyri at fegnast. Hetta dámdi Blackburn-viðhaldsfólkunum so illa, at tey byrjaðu at geyla eftir Yakubu. Bretskir miðlar hava allir sum ein fordømt atburðin hjá Blackburn-viðhaldsfólkunum.
Yakubu legði líka í og endaði við at skora øll fýra málini í 4-2 sigrinum. Hetta er aðru ferð, at Yakubu skorar fýra mál í einum dysti í Premier League. Hann skoraði eisini fýra mál fyri Portsmouth í 5-1 sigrinum á Middlesbrough í 2004.
Nógv at arbeiða við
Nýggi Sunderland-venjarin, Martin O’Neill, fær úr at gera, um hann skal venda skútuni hjá Sunderland. Felagið boðaði leygardagin frá, at 59 ára gamli norðurírin hevur skrivað ein trý ára sáttmála við Sunderland – eitt felag, hann stuðlaði sum ungur.
Martin O’Neill var á Moilneux-leikvøllinum, tá Sunderland í gjár vitjaði Wolverhampton, sum somuleiðis stríðist fyri lívinum í bestu deildini.
Sermerkt fyri Sunderland liðið var, at allir fýra í verjuni hava spælt við Manchester United, eins og nú fyrrverandi venjarin, Steve Bruce. Teir fýra vóru Phillip Beardsley, Wes Brown, John O’Shea og Kieran Richardson. Síðstnevndi legði Sunderland á odda og eitt korter fyri tíð hevði sviin, Sebastian Larsson, ein gyltan møguleikan at tryggja Sunderland øll stigini, men brendi eitt brotsspark, sum ongantíð skuldi verið dømt. Minni enn ein minutt seinni javnaði Steven Fletcher fyri Wolverhampton og 10 minuttir fyri tíð tryggjaði hann øll stigini.
Martin O’Neill skal nú finna eina loysn á trupulleikunum hjá Sunderland, sum fyrst og fremst liggja í at skjóta mál.
Teir beru skaðar
Hjálparfólk hjá ymsu feløgunum hava havt úr at gjørt hesa vikuna við skaðum. Newcastle mátti skifta báðar miðverjarnar út í dystinum ímóti Chelsea. Newcastle boðaði í gjár frá, Steven Taylor helst ikki verður at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið. Eisini Fabricio Coloccini mátti skiftast út vegna skaða, men hann verður nokk tøkur aftur um eina viku ella tvær.
Alex Ferguson verður helst fram til nýggjárið uttan Javier Hernandez, sum meiddi sær økulin í dystinum móti Aston Villa. Í sama dysti mátti fyrrverandi liðfelagin hjá Gunnari Nielsen í Manchester City, Shay Given, lata seg útskifta við fipurspreingin í lærinum.
Fyri Liverpool kom tað illa við, at Lucas Leiva mátti berast av vøllinum týskvøldið í Carling Cup-dystinum móti Chelsea. Liverpool hevur boðað frá, at Lucas nokk ikki verður at síggja aftur hetta kappingarárið.
Sunnudagin mátti danskarin í Stoke-málinum, Thomas Sørensen, eisini berast av vøllinum eftir ein minni heilaskjálta, tá hann rendi saman við Everton leikara.
Dystur í kvøld
Seinasti dysturin í hesum umfarinum verður í kvøld millum Fulham og Liverpool. Seinast liðini hittust, hólvaði Liverpool London-liðið av. Støðan gjørdist 5-2 og Maxi skoraði hattrick. Hetta var ímóti endanum av kappingarárinum og tað er ósannlíkt at Fulham-leikararnir avrika so vánaligt aftur, men Liverpool hevur staðið seg lutfalsliga væl í London hetta kappingarárið, í mun til onnur kappingarár. Liverpool hevur vunnið á Arsenal og tvær ferðir á Chelsea, men tapti móti Tottenham.
Um Liverpool ætlar at vinna sær pláss í Champions League komandi kappingarár, so skulu teir helst til at vinna slíkar dystir.