Tey fremstu eiga heimavøll

Fuglfirðingar, sum eiga einasta 2. deildarliðið í fjórðingsfinaluni, skulu spæla á útivølli ímóti HB ella NSÍ

 

Løgmanssteyp


Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða spældar sunnudagin. Hvør skal spæla ímóti hvørjum er ikki greitt enn. Lutur verður kastaður um tað í Útvarpi Føroya fríggjamorgunin.

Men hóast tað bara verða stívliga tvey samdøgur frá lutakastinum og til dystirnir skulu avgreiðast, so er tað longu greitt, hvørji lið fara at hava heimavøll sunnudagin, og hvørji lið fara at spæla á útivølli.

B68, HB og NSÍ fara at spæla á heimavølli, tí tey vunnu teir tríggjar bólkarnar. KÍ fer at spæla á heimavølli, tí tað er greitt, at klaksvíkingar vórðu bestu tveyararnir.

Hini liðini í hattinum komandi fríggjamorgun verða B36, GÍ, ÍF og VB. Hesi liðini skulu út at ferðast. Hvagar tey skulu, verður greitt eftir lutakastið. Men tað er longu nú greitt, hvagar tey ikki skulu.

Ásetingarnar siga, at bólkavinnararnir skulu hava heimavøll, og tað hevur eisini verið galdandi seinastu, at tað skal ikki bera til at møta liðið í fjórðingsfinaluni, sum tú hevur spælt ímóti í bólkaumfarinum. B68, KÍ og ÍF eru komu víðari úr sama bólki. Tí er tað greitt, at ÍF, sum er einasta 2. deildarliðið í kappingini, og tískil ivaleyst fer at verða mett sum lættasta mótstøðuliðið, ikki skal til Klaksvíkar og ikki út á Toftir. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður HB ella NSÍ, sum komandi sunnudag fer at fáa vitjan av fuglfirðingum.

Møguleikarnir fyri mótstøðuliðum hjá B68 á Svangaskarði eru hesir: B36, GÍ og VB. Møguleikarnir fyri mótstøðuliðum hjá HB í Gundadali eru ÍF og VB. Møguleikarnir fyri mótstøðuliðum hjá KÍ eru B36, GÍ og VB.

NSÍ skal hava heimavøll, og fríggjamorgunin verður greitt, um tað verða teir, sum skulu fáa vitjan av ÍF, um teir skulu spæla ímóti B36 ella GÍ. Gøtumenn eru teir, sum royna at verja løgmanssteypið. Í finaluni í fjør vunnu teir 1?0 á HB. Tað er framvegis møguleiki fyri endurtøku av finaluni í fjør, tí tað er longu nú greitt, at HB og GÍ, sum vóru í bólki saman, ikki fara at hittast í fjórðingsfinaluni komandi sunnudag.

Sambært upplýsingunum í FSF álmanakkanum verður finalan í kappingini um løgmanssteypið ólavsøkudag. Finalan verður spæld á Tórsvølli.