Seinnapartin í dag verður punktum sett fyri hesum fótbóltsárinum í Onglandi. Klokkan 15 verður fyrsta bríkslið í steypafinaluni, sum verður millum meistararnar í Manchester United og nummar tvey í landskappingini, Chelsea, sum hava verið meistarar tvey tey seinastu árini.
Finalan í dag er merkisverd á so mangan hátt.
Hetta verður fyrsta finalan á nýbygda Wembley stadion. Allar finalurnar frá 1923 og fram til 2000, tá ið Chelsea vann 1-0 á Aston Villa, vóru á Wembley. Síðani hava finalurnar verið á Millennium Stadium í Cardiff í Wales. Nú er Wembley liðugt bygt av nýggjum, og í dag verður fyrsta FS Cup finalan á nýggja Wembley.
Finalan er eisini merkisverd á tann hátt, at hetta bara er triðja ferðin, at nummar eitt og tvey hittast í steypafinaluni. Fyrsta ferðin var í 1913, tá ið Aston Villa vann 1-0 á Sunderland, sum var meistari tað árið, og onnur ferðin var í 1986, tá ið meistararnir í Liverpool vunnu 3-1 á Everton.
FA Cup finalan verður at síggja á eitt nú TV Sport rásini.