Tey flestu eru liðug at hoyggja

Vestanfyri hevur hoyterrin verið av tí allarbesta í ár, tað hevur verið liggjandi eysturætt og høgætt, sum eru bestu terraættir vestanfyri. Nú vit eru komin út í hálvan august, eru tey flestu liðug at hoyggja. Í ár er munandi meir hoyggjað turt, enn árini frammanundan.

Tá veðrið ikki er til vildar, verður grasið heldur ballað, men soleiðis er ikki í ár, nú terrin hevur verið so avbera góður - tann góði hoyangin stendur úr hoyggjhúsunum, sum tey flestu eru á tremur við góðum hoyggj.

Teir stóru neytabøndurnir, eru tó enn ikki liðnir, men teir eru eisini komnir væl áleiðis.

Tað eru tó alt fleiri og fleiri, sum velja tað løttu loysnini, at keypa innflutt hoyggj, tað sæst sjálvandi aftur, við at meira og meira bøur stendur ósligin.