– Tað er ikki rætt, at tann vanligi sjúkrarøktarfrøðingurin hevur so nógv hægri lønarhækking enn tey í Starvsmannafelagnum hava fingið hesi bæði næstu árini.
Tað staðfesti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall var tað tí at tær mettu, at teirra løn er afturúrsigld aftur ímóti lønini hjá øðrum fakbólkum við útbúgvingum, sum kunnu javnmetast við ein sjúkrarøktarfrøðing. Og tí kravdu sjúkrarøktarfrøðingarnir at fáa væl størri lønarhækking enn Starvsmannafelagið, sum hevði gjørt sáttmála frammanundan, hevði fingið.
Og tá ið sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar varð undirskrivaður, varð eisini ført fram, at lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum varð hækkað væl meiri enn tann hjá Starvsmannafelagnum.
Í Løgtinginum vildi Jørgen Niclasen hava at vita frá henni, hvørjir aðrir starvsbólkar kunnu vænta sær somu sømdir sum sjúkrøktarfrøðingarnir hava fingið.
Kristina Háfoss stafesti, at tað er ein sannleiki, sum skal takast við fyrivarni, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið so stóra lønarhækking, í hvussu so er ikki hesi bæði næstu árini.
Hesi bæði næstu árini fáa vanligir sjúkrarøktarfrøðingar eina lønarhækking upp á fimm prosent tilsamans, og tað er áleið tað sama sum limirnir í Starvsmannafelagnum fingu.
– Tað verður ikki fyrrenn árini aftan á, at lønin hjá vanligum sjúkrarøktarfrøðingum fer at hækka, og at vit kunnu tosa um, at teirra løn verður lyft nakað, sigur Kristina Háfoss.
Men hesi bæði næstu árini hava leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kortini fingið eina trivaliga lønarhækking, leggur hon afturat.
Kristina Háfoss hevur eisini lagt sær í geyma, at 23 fakfeløg hava stuðlað sjúkrarøktarfrøðingum í at teirra løn verður hækkað, tí teir eru afturúrsigldir. Tí væntar hon at tey eisini góðtaka at tey ikki fara at fáa somu sømdir sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið.
– Skulu øll fakfeløg hava somu sømdir, sum sjúkrarøktarfrøðingar, kann tað gera tað sama, tí so er lønin akkurát líka afturúrsigld sum hon var frammanundan, leggur hon afturat.
Í samráðingunum, sum vera við øll hini fakfekøgini, fer Fíggjarmálaráðið at halda seg til somu lønarhækkingar, sum Starvsmannafelagið, og vanligir sjúkrarøktarfrøðingar, hava fingið, nevniliga at lønin skal hækka áleið fimm prosent hesi bæði næstu árini.
– So verða samráðingar við tey um tey vilja hava hækkingina upp á byrjanarlønina, upp á endalønina, upp á eftirlønina, ella hvussu hon skal býtast.
Samstundis boðar Kristina Háfoss frá, at útlit eru eisini fyri at aðrir starvsbólkar, sum eru afturúrsigldir í løn, somuleiðis fáa eina hægri lønarhækking í longdini.
Hon vil ikki siga, hvørjir teir verða. Men tað hevur verið frammi, at pedagogarnir halda seg vera í somu støðu sum sjúkrarøktarfrøðingarnir.