Tey fimm útvaldu

100 tals pør meldaðu seg til kappingina um at vinna eitt brúdleyp.
Kassin við seðlum var á tremur í SMS, og mánadagin, tá trekt varð, vóru tað hesi fimm pør, sum komu víðari í kappingini.
Her fáa tit stutt at vita, hvørji tey eru, men komandi fimm týsdagar verða longri samrøður við pørini.

Par 1

Siri Johnsdóttir og Martin Mohr í Grund

Bústaður: Eiði og Gøtu

Giftast: 6. august

Aldur: Siri er 25 og Martin er 24

Børn: Eingi


Hvussu leingi hava tit verið saman?

Umleið 18 mánaðir


Hví giftast tit í summar:

Tí at vit elska hvønn annan, og skal tað verða, so skal tað verða í summar eftirsum Siri lesur í Danmark.


Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina?

Systir mín helt, at tað var sum gjørt til okkum eftirsum vit ikki eiga nakran pening, tí vit eru lesandi.



Par 2

Elna Høgenni og John A. Poulsen

Bústaður: Hoyvík

Giftast: 10 juli

Aldur: John er 28 og Elna er 24

Børn: tvey børn


Hvussu leingi hava tit verið saman?

3 ár og 2 mánaðir


Hví giftast tit í summar?

Vit tóku ring uppá 2008 og hildu, at tað hevði verið hugnaligt at havt brúdleyp um summarið, eftirsum vit hava nógvar vinir, sum búgva í Danmark.


Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina?

Sjálvandi hevði tað verið ein góð hjálp, um man vann gávukortið, men eisini tí at tað er stuttligt at royna okkurt nýtt. Tað er ikki so ofta at slík tiltøk eru í Føroyum.



Par 3

Matilda Sivertsen og Lucas B Ceni

Bústaður: Tórshavn

Giftast: 10 juli

Aldur: bæði eru 20

Børn: Eingi


Hvussu leingi hava tit veri saman?

Í 14 mánadir


Hví giftast tit í summar?

Hann gongur í skúla og vil fegin verða liðugur áðrenn vit giftast. Vit ætla okkum víðari í skúla, og tí passar tað væl at gera tað í summarferiuni.


Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina?

Vit eiga ikki so nógvar pengar, og so hildu vit at vit kundu bara prøva at vera við.



Par 4

Eyðbjørg E. Antoniussen og Òli Nolsøe

Bústaður: Argir

Giftast: 10 juli

Aldur: Óli er 29 og Eyðbørg er 28

Børn: eingi


Hvussu leingi hava tit veri saman?

Í 3,5 ár - komu saman í oktober 2006


Hví giftast tit í summar?

Vit vilja giftast, áðrenn eg fylli 30... haha! Nei tað er ongin serlig orsøk til, at tað bleiv í summar.


Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina?

Tað gjørdu vit mest til stuttleikar - vit skulu giftast allíkavæl og hildu tað verða passandi.



Par 5

Kim Roest og Barbara Nielsen

Bústaður: Trongisvágur

Giftast: 7 august

Aldur: Barbara er 25 og Kim er 26

Børn: eingi


Hvussu leingi hava tit veri saman?

Í 8 ár


Hví giftast tit í summar?

Vit tóku ring uppá fyri tveimum árum síðani, og so kann man líka so gott takað eitt stig aftrat.


Hvat fekk tykkum at melda tykkum til kappingina?

Tað ljóðaði spennandi. Eitt brudleyp kostar nógvan pening, so tað hevði verið gott at fingið hjálp við tí.