Tey fátækstu fáa 20.000 krónur afturat

Løgtingslógin um familjuískoyti send til hoyringar.

 

Beint fyri summarfrítíðina hjá løgtinginum legði andstøðan fram eitt uppskot fyri løgtingið, um at geva eitt serligt barnaískoyti til tær fátækstu familjurnar í landinum. Av ymiskum orsøkum tók samgongan ikki undir við uppskotinum frá andstøðuni, men Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum lovaði at leggja eitt nýtt uppskot fyri tingið á ólavsøku.

 

Nú er ólavsøkan fyri framman, og í dag boðaði landsstýriskvinnan frá, at hon hevði sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum skuldi vera ein lætti hjá teimum fátækstu barnafamiljunum.

 

Í lógini um familjuískoyti skjýtur landsstýriskvinnan upp, at tey, sum hava eitt inntøkugrundarlag undir 120.000 krónur um árið, skulu fáa eitt familjuískoyti á 20.000 krónur um árið. Fyri tey, ið hava eitt inntøkugrundarlag, sum er hægri enn 120.000 krónur um árið, verður familjuískoyti lægri, í takt við at inntøkugrundarlagið hækkar.

- Endamálið við hesi lógini er at bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum, ið hava lágar inntøkur, og hava trong fíggjarlig kor. Fátækradømi kann sum nevnt ikki burturbeinast einans við almannaveitingum, men hetta uppskotið skal bøta um ringastu avleiðingarnar av at hava lága inntøku, stendur skrivað í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

 

- Endamálið er at veita teimum, sum hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, eina hjálpandi hond, stendur í viðmerkingunum.

 

Hetta familjuískoyti fevnir ikki einans um stakar uppihaldarar, men almannamálaráðið metir, at umleið tveir triðingar av teimum, sum fáa hendan stuðul, vera stakir uppihaldarar, meðan ein triðingur vera familjur, við meiri enn einum vaksnum persóni.

 

Útrokningarnar hjá Almannamálaráðnum vísa at ein stakur persónur, ið hevur eitt barn og hvørs inntøka er undir 140.000 krónur um árið, fer at fáa 18.774 krónur í barnaískoyti, meðan ein stakur við trimum børnum og hvørs inntøka er 250.000 krónur um árið, fær 4.073 krónur um árið í familjuískoyti.

 

Pør við einum barni og eini inntøku á 140.000 krónur, fáa 20.000 krónur um árið, meðan tey fáa 8.622 krónur, um tey hava trý børn og eina inntøku á 250.000 krónur um árið.

 

- Endamálið við familjuískoytinum er at hjálpa teimum húskjum, sum ikki fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, og tí hava tey, sum hava ognir av týdningi, ikki rætt til familjuískoyti. Ásett er, at familjuískoyti kann ikki verða veitt, um eitt húski eigur innistandandi í peningastovni, virðisbrøv ella kapitalpensjón, ið er tøk um umsóknarmundi, ið hevur eitt virði á 30.000 kr, stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið.