Kvinnur og menn til borðs í Vági í kvøld

Tað er í kvøld, at árligu kvinnu- og harraborðhaldini eru í Vági.

 

Kvinnuborðhaldið hevur nú verið í mong, og er kent og tiltikið, og nógv verður gjørt burturúr, og hølini í VB húsinum verða stásiliga prýdd. Hvørt ár verður eitt tema valt, og prýtt verður eftir hesum, og flestu gestirnir laga seg eisini eftir hesum.

 

Í ár er Moulin Rouge tema, og prýtt er eftir hesum, og nógv er gjørt burturúr.

 

Kvinnuborðhaldið liggur árliga tætt at kvinnudegnum. Tað er VB, ið skipar fyri.

 

Harraborðhaldið hevur eisini mong ár á baki. Tað verður hildið í Stóra Pakkhúsi, og umleið á miðnátt fara harrarnir vestur í VB húsið, har almennur dansur er eftir at kvinnuborðhaldið er liðugt.

 

##med2##

 

##med3##